Javnaðarflokkurin klárar seg uttan Sonju

Hóast Javnaðarflokkurin í seinastu veljarakanningini missir 1,3 prosent av undirtøkuni, so varðveitir flokkurin kortini 8 tingsessir.

 

Tað var í somu viku, sum samgongan varð skipað, at Sonja Jógvansdóttir meldaði seg úr Javnaðarflokkinum, og harvið misti samgongan eisini meirilutan. Hon hevur tó fleiri ferðir lagt dent á, at hon stuðlar samgonguni, og at hon ikki fer at fella samgonguna. Men hon er ikki partur av samgonguni, sum er millum Javnaðarflokkin, Tjóðveldi og Framsókn.

 

Men um val var í dag, so hevði Javnaðarflokkurin – sambært kanningini hjá Gallup Føroyar – kortini fingið 8 tingsessir, og harvið hevði samgongan aftur havt meiriluta á tingi uttan Sonju Jógvansdóttir.

 

Meira um veljarakanningina kann lesast í Sosialinum, sum verður borin til haldarar í dag – og sum fæst í leysasølu kring landið í dag.