Politikkur
Jenis av Rana er ikki so sannførdur um, at tað fer at eydnast løgmanni at fáa í lag eina breiða tríflokkasamgongu millum Javnaðarflokkin, Fólkaflokkin og Sambandsflokkin.
- Tá løgmaður ikki megnaði hetta í februar, tí hann ikki kundi svølgja krøvini hjá hinum báðum flokkunum, ivist eg onga løtu í, at krøvini hjá Fólkaflokkinum og Sambandsflokkinum eru enn størri í dag eftir miseydnaðu royndina hjá Javnaðarflokkinum saman við Tjóðveldinum. Men nú fáa vit at síggja, hvussu leikur fer.
Jenis av Rana heldur, at Javnaðarflokkurin hevur
kastað alt trúvirði fyri borð, nú flokkurin síðan løgtingsvalið í januar hevur rikist úr einari koyggju í aðra, sum hann tekur til.
- Tað boðar ikki frá politiskum stabiliteti, at Javnaðarflokkurin nú fer aftur til teir flokkar, sum hann vrakaði fyrst í árinum.
Ikki sannførdur
Formaður Miðfloksins sigur, at nógv prát hevur verið og er millum flokkar, síðan løgmaður gjørdi av at tveita Tjóðveldi úr samgonguni, og hann sigur seg slett ikki vera so vísan í, at tær samráðingar, sum nú eru millum Javnaðarflokkin, Fólkaflokkin og Sambandsflokkin, fara at føra á mál.
- Tað verður forhandlað í eyst og vest, sum Jenis av Rana tekur til.
Floksformaðurin sigur, at Miðflokkurin er ikki boðsendur til samrøðurnar, sum í gjár og í dag hava verið millum teir tríggjar flokkarnar, men kortini er hann ikki so fullvísur í, at Miðflokkurin ikki verður við, um hetta verður samgongan.
- Vit eru opnir fyri øllum møguleikum og so leingi, sum eingin nýggjur fíggjarmálaráðharri er valdur, verður landsstýrismaðurin hjá okkum, Karsten Hansen, sitandi. Onkur skal jú ansa fíggjarmálum, og okkara maður er tøkur til tess, um flokkar semjast, og boð verða eftir okkara fólki, sigur hann.
Allir aktivir
Jenis av Rana sigur, at soleiðis, sum fjølmiðlarnir føra fram politisku støðuna, ljóðar tað, sum um tað bara er Javnaðarflokkurin, ið er aktivur.
- Men tað er ikki rætt. Allir flokkar eru aktivir, og sum eg nevndi verður nógv prátað aftur og fram, bæði á skipaðum fundum og í krókunum, sigur formaður Miðfloksins.