Gjøgnumgongdin av roknskapunum hjá føroysku flokkunum fyri árið í fjør vísir, at Javnaðarflokkurin framvegis er so nógv tann ríkasti politiski flokkurin í Føroyum. Eginognin hjá flokkinum er 6 milliónir krónur. Næstur honum er Sambandsflokkurin, sum hevur eina eginogn upp á 290.000 krónur.
Hóast nógvu ognirnar, so var úrslitið hjá Javnaðarflokkinum í fjør eitt hall upp á 1,48 milliónir krónur. Tvey val vóru í fjør, og tað sæst aftur hjá øllum flokkum. Javnaðarflokkurin eigur 551.000 krónur á bók, og flokkurin er skuldarfríur.
Sum nevnt er Sambandsflokkurin tann flokkur, ið er næst ríkastur – sambært yvirlitinum á vinnuvitan.biz. Her mugu vit skunda okkum at nevna, at roknskapurin hjá Fólkaflokkinum er er komin í skipanina enn. Í 2014 var eginognin hjá Fólkaflokkinum 1,9 milliónir krónur, so vit gita, hann verður oman fyri Sambandsflokkin, tá vit síggja roknskapin.
Ársúrslitið hjá Sambandsflokkinum í fjør var hall upp á 782.000 krónur. Flokkurin átti á nýggjárinum 388.000 krónur á bók, og skuldin hjá flokkinum 132.000 krónur.
Eginognin hjá Tjóðveldi er sambært roknskapinum fyri 2015 217.000 krónur. Ársúrslitið var hall upp á 433.000 krónur. Flokkurin hevur onga skuld og 218.000 krónur vóru á bók á nýggjárinum.
Hjá Nýggjum Sjálvstýri er eginognin 39.000 krónur. Ársúrslitið var hall upp á 345.000 krónur, og flokkurin hevði 446.000 krónur á bók.
Nýggjasti flokkurin Framsókn hevur framvegis negativa eginogn upp á -653.000 krónur, og flokkurin skyldar 776.000 krónur. Ársúrslitið hjá Framsókn í fjør var hall upp á 229.000 krónur.
Roknskapurin hjá Framsókn fyri 2015 er heldur ikki tøkur í skipanin hjá vinnuvitan.biz enn, men eginognin var í 2014 139.000 krónur.
Lyklatøk hjá politisku flokkunum:
| Ársúrslit | Eginogn | Skuld | Nettosøla | Tøkur pen. |
Javnaðarflokkurin | -1.482.000 | 6.012.000 | 0 | 551.000 | 551.000 |
Sambandsflokkurin | -782.000 | 290.000 | 132.000 | 388.000 | 388.000 |
Tjóðveldi | -433.000 | 217.000 | 1.000 | 218.000 | 218.000 |
Nýtt Sjálvstýri | -345.000 | 39.000 | 444.000 | 446.000 | 446.000 |
Framsókn | -229.000 | -653.000 | 776.000 | 44.000 | 44.000 |
Fólkaflokkurin |
|
|
|
|
|
Miðflokkurin |
|
|
|
|
|