- Tað hevur avgerandi týdning, at kvinnur koma fram at avgerðunum í samfelagnum. Tiltakið 8. mars á Hotel Føroyum er liður í hesum arbeiði. Tí hevur Javnaðarflokkurin gjørt av at rinda fyri luttøkuna hjá 18 fólkum úr øllum teimum sjey valdømunum og úr leiðslu floksins
- Javnaðarflokkurin harmast um tað niðrandi viðferð, ið arbeiðið at menna kvinnuluttøkuna í politikki hevur fingið í løgtinginum í seinastuni. Sum javnaðarfólk eru vit sannførd um, at eitt javnt valdsbýti ímillum kvinnur og menn er ein av fortreytunum fyri einum betri samfelag.
Hetta sigur Javnaðarflokkurin í tíðindaskrivi eftir kjakið, sum staðist hevur kring 8. mars tiltakið á Hotel Føroyum, sum blaðið Kvinna skripar fyri.
Flokkurin vísir á, at tað vóru tey í Javnaðarflokkinum, ið tók stig til at skipa nevnina, ið skuldi arbeiða fyri øktum kvinnuleikluti í politikki.
- Demokratia hevur longu skipað fyri ókeypis tiltøkum til frama fyri hesum endamáli. At tað nú verður skipað fyri einum størri tiltaki er uttan iva neyðugt, fyri veruliga at fáa hetta umráðandi mál sett á dagsskrá. Tíverri eru slík tiltøk vorðin kostnaðarmikil at skipa fyri, sigur flokkurin.
Men fyri at so nógv sum gjørligt skulu hava møguleika at luttaka, hevur Javnaðarflokkurin gjørt av at rinda fyri luttøkuna hjá 9 kvinnum og 9 monnum úr øllum teimum sjey valdømunum og úr leiðsluni í flokkinum.
- Orsøkin til, at vit bæði senda kvinnur og menn er, at vit eru av teirri fatan, at málið um javnstøðu ikki verður rokkið, um ikki bæði kynini kenna tað sum eitt felags mál at røkka javnstøðuni.