? Vit ætla at rætta samgonguni eina hjálpandi hond.
? So fáa vit nakrar treytir uppfyltar, eru vit sinnaðir at taka undir við fíggjarlógini fyri komandi ár.
Nú, dagin áðrenn tingið fer at viðgera uppskot landsstýrisins um fíggjarlóg fyri 1999, ger Vilhelm Johannesen, nú greitt, at javnaðarflokkurin er sinnaður at atkvøða fyri fíggjarlógini hjá samgongini fyri komandi ár.
Men talsmaðurin hjá størsta andstøðuflokkinum í fíggjarmálum leggur dent á, at tað verður sjálvandi undir ávísum treytum, at javnaðarflokkurin fer at taka undir við fíggjarlógini.
? Gongur samgongan okkum á møti í ávísum krøvum, eru vit sinnaðir at taka undir við fíggjarlógini, sigur Vilhelm Johannesen.
Hann sigur, at krøvini hjá javnaðarflokkinum eru í høvuðsheitinum at meiri peningur verður játtaður á sosiala økinum.
? Vit fara t.d. at krevja, at fólkapensjónin og aðrar sosialar pensjónir hækka, at meiri pengar verða settir av til eldrarøktina, at játtanin til bústovnar fyri brekað kemur aftur á fíggjarlógina og at útbúgvingarstuðulin skal hækka.
Rætta eina hond
Vilhelm Johannesen sigur, at tá ið uppskotið til fíggjarlóg verður viðgjørt í fíggjarnevndini, fer javnaðarflokkurin at arbeiða fyri, at fíggjarlógin fær so stóra undirtøku sum gjørligt.
? Tí fara vit at rætta samgonguni eina hond og at boða hart og týðiliga frá, at verða krøv okkara gingin á møti í rímiligt mát, eru vit eisini til reiðar at atkvøða fyri fíggjarlógini, sigur talsmaður floksins í fíggjarmálum fyri Sosialinum.
Hann sigur, at fer ikki nú at áseta upphæddir fyri, hvussu nógv javnaðarflokkurin fer at krevja, at játtanirnar til sosial- og onnur endamál skulu hækka, fyri at javnaðarflokkurin fer at verða við í meirilutanum í sambandi við fíggjarlógina.
Á fíggjarlógini komandi ár hevur landsstýrið roknað við einum yvirskoti uppá útvið 130 milliónir.
Vilt tú so heldur, at fíggjarlógin skal vera hægri enn hon er nú, og at yvirskotið verður minkað, ella kanska heilt hvørvur, fyri at ymsar játtanir kunnu hækka. Ella raðfestingarnar verið øðrvísi ?
? Eg veit ikki um ein ávís hækking ger nakað. Tað er eisini ein spurningur um, hvussu varisligar inntøkurnar eru mettar. Tað er væl hugsandi, at inntøkurnar verða væl hægri enn tær eru nú.
Hinvegin dugir hann ikki at siga nú, at útreiðslurnar skuldi verið raðfestar øðrvísi so at onkrar aðrar útreiðslur skuldu verðið minkaðar so at sosialar veitingar og aðrar játtanir kundi verðið hækkaðar

Hinvegin dugir hann ikki at siga nú, at útreiðslurnar skuldi verið raðfestar øðrvísi so at onkrar aðrar útreiðslur skuldu verðið minkaðar so at sosialar veitingar og aðrar játtanir kundi verðið hækkaðar.