Krøvini frá Javnaðarflokkinm eru tey, sum eru skrivað til løgmann. Hvør bókstavur í skrivinum skal takast í fullum álvara. Tað er eisini út frá hesum skrivinum, at samráðingarnar fara fram í løtuni. Tað boðar John Johannesen, formaður í tingbólkinum, frá í kvøld.
Sjónvarpið bar tíðindini í kvøld, at krøvini frá Javnaðarflokkinum til løgmann eru broytt til eina vinarliga áheitan.
Tað er, sambært John Johannesen, ikki rætt.
Javnaðarflokkurin heitir á løgmann at boða frá, hvørt løgmaður og Sambandsflokkurin vilja fyrilitarleysan borgarligan sparipolitikk saman við Fólkaflokkinum ella at taka neyðug stig fyri at tryggja føroyska vælferðasamfelagið saman við Javnaðarflokkinum.
- Svarið síggja vit ein av komandi døgunum, sigur John Johannesen í skrivi, sent fjølmiðlunum.