Javnaðarflokkurin fer at viðgerða støðuna innanhýsis í flokkinum, nú Bjarni Hammer, løgtingsmaður og býráðslimur fyri flokkin, er undir illgruna fyri at hava lovað at skaffa hassj til eina unga kvinnu. Tað sigur løgmaður við Kringvarpið í kvøld.
Í Sosialinum í dag ber til at lesa, hvussu tinglimurin fyri Javnaðarflokkin hevur sagt við eina unga kvinnu, at hann kundi skaffa henni hassj. Sosialurin hevur gravað í málinum, og tilfarið sum Sosialurin hevur avdúkað, er so mikið tyngjandi, at blaðið í januar lat málið í hendurnar hjá løgregluni.
Kringvarpið endurgevur í kvøld Aksel V. Johannesen, løgmann og formann í Javnaðarflokkinum, fyri at siga at hann er sera ørkymlaður av málinum, og at tað verður viðgjørt innanhýsis í flokkinum.
- Eg eri sera ørkymlaður av málinum. Javnaðarflokkurin tekur málið í størsta álvara og flokkurin fer at viðgera málið saman við Bjarna Hammer, endurgevur Kringvarpið løgmann fyri at siga.