Javnaðarflokkurin: Greiðar linjur í føroyskum politikki 

Landsfundur Javnaðarfloksins staðfestir, at tað eru sera greiðar linjur í føroyskum politikki.

 

Seinast Javnaðarflokkurin sat í samgongu, helt flokkurin tey lyfti, sum vórðu givin undan valinum. Lág- og miðalinntøkur fingu skattaminking, fólka- og fyritíðarpensionistar fingu meir at liva fyri, barnafamiljur fingu hægri barnafrádrátt, og fólk í fátækraváða fingu familjuískoyti.

 

Eisini fekk tann parturin av flotanum, sum ikki fær lut í uppisjóvarkvotunum, væl betri kor og møguleikar. Og minst líka týdningarmikið: Flokkurin ansaði eisini eftir landskassanum. Vit høvdu yvirskot hvørt einasta av teimum fýra árunum. 

 

Borgarligu flokkarnir hava sitið við valdið seks av farnu 10 árunum. Tey ríkastu hava fingið skattaminkingar, meðan verkafólkið einki fekk. Ríkastu pensjónistarnir fingu mest, meðan teir, sum høvdu lítið, fingu minst. 

 

Tann virðismesti parturin av fiskiríkidøminum er vorðin ogn hjá nøkrum fáum feløgum og teirra útlendsku eigarum. Hesi feløg keypa nú virki, fyritøkur og bygningar á landi. 

 

Mótsetningarnir í føroyskum politikki eru, at meðan borgarligu flokkarnir eru fíggjarliga ábyrgdarleysir og økja um ójavnan, so er politikkurin undir javnaðarleiðslu fíggjarliga ábyrgdarfullur og hevur til endamáls at tryggja, at øll eru við í einum jøvnum, grønum og samhaldsføstum vælferðarsamfelagi. 

 

Hetta sæst í skattapolitikkinum, fiskivinnupolitikkinum, bústaðarpolitikkinum, mentanarpolitikkinum, politikkinum viðvíkjandi minnilutum, umhvørvispolitikkinum – ja, tað sæst allastaðni. 

 

Á øllum hesum økjum fer Javnaðarflokkurin at føra ein annan politikk enn tann, vit síggja í dag. 

 

Javnaðarflokkurin vil gera veruligan mun við umhvørvis- og náttúruátøkum, sum tálma dálking, verja náttúruna og minka munandi um CO2-útlátið. Undir javnaðarleiðslu verða veruligar broytingar framdar á umhvørvis- og veðurlagspolitiska økinum. 


Høvuðsmálið hjá flokkinum er, at framgongdin í Føroyum skal koma øllum til góðar. Tað skal vera smidligari at fara undir og reka smáar fyritøkur, so enn størri partur av vinnulívinum ikki verður etin upp av teirri sentralisering, sum fer fram í dag. Ríkidømið í Føroyum verður skapt av øllum arbeiðandi hondum, og tí skulu øll eiga part av tí. Frá dugnaligu hondunum á verksmiðjuni, við flakalinjuna og við lúnningina á línubátinum. Til tey, sum starvast innan umsorgan og serøkið umframt undirvísing í barnagarðinum og fólkaskúlanum. Í røktini av okkara eldru og viðgerðini av okkara sjúku. Og til tey, sum granska fyri at útvega nýggja og gagnliga vitan. Hetta er neyðugt, um vit skulu hava eitt javnari samfelag. Sterkastu herðarnar mugu bera tyngstu byrðurnar. 

 

Í Sørvági 28. august 2021 

 

Javnaðarflokkurin