Tjóðveldisflokkurin og Javnaðarflokkurin yvirhálaðu Sambandsflokkin á málstrikuni.
Fyribils úrslitini, eftir at atkvøðurnar í Havnini er taldar upp, siga, at Tjóðveldi fekk 5730 atkvøður (24,5 prosent), Javnaðarflokkurin 5666 (24,3 prosent) og Sambandsflokkurin 5500 atkvøður (23,5 prosent). Fólkaflokkurin fekk 4368 atkvøður, sum er 18,7 prosent.
Tað vera tí umboðini, hjá Tjóðveldisflokkinum og Javnaðarflokkinum, ið skulu umboða Føroyar á Fólkatingi.
Tað er allarhelst í stóran mun vána úrslitið hjá løgmanni í høvuðsstaðnum, ið kostaði Sambandsflokkinum sessin. Hann hevur mist yvir 1100 atkvøður.
Smærru flokkarnir fingu sum væntað sera lága undirtøku á valinum, allarhelst orsaka av, at veljarar teirra hava valt taktiskt.
Framsókn fekk 749 atkvøður, tað er 3,2 prosent. Miðflokkurin fekk 605 atkvøður, tað er 2,6 prosent. Nýtt sjálvstýri fekk 403 atkvøður, sum er 1,7 prosent og Uttanflokkalistin fekk 345 atkvøður, sum er 1,5 prosent.