Javnaðarflokkurin ? tín trygd í gerandisdegnum

Javnaðarflokkurin er ein flokkur, ið leggur stóran dent á at loysa gerandistrupulleikarnar í samfelagnum. Vit fáast ikki bert við tey stóru málini so sum loysing og støða Føroya til ES.

Vit ásanna, at enn eru nógvir óloystir spurningar, ið hava grundleggjandi týdning fyri vælferð fólksins.

Taka vit Klaksvíkina fram, so eru spurningar sum:

?kommunuskuldin

?barnaansing

?skúlamál

?bústovnar fyri eldri

fyri bert at nevna nøkur mál, trupulleikar, sum vit merkja í gerandisdegnum.

Javnaðarflokkurin vil vera við til at loysa spurningin um kommunuskuldina og aftur gera tað møguligt hjá kommununum at skapa líkinda kor fyri sínar borgarar, uttan at vit læna okkum út á sjógv.

Javnaðarflokkurin er og fer framvegis at vera aktivur í at finna eina loysn á barnaansingartrupulleikunum í kommununi.

Skúlamálini skulu loysast við tí nýggja kommunubygnaðinum, ið Javnaðarflokkurin hevur lagt fram, vit skulu hava ein góðan skúla at bjóða okkara børnum.

Fólkaskúlin og ansing av børnum uttan fyri heimið eru mál, sum hava heimarætt í nærumhvørvinum og tí skulu tey umsitast úti í lokalsamfelagum.

Javnaðarflokkurin leggur stóran dent á korini hjá teimum eldru og fer tí at virka fyri at skunda undir, so at bústovnar til eldri verða bygdir.

Javnaðarflokkurin leggur fram ein politikk, ið ikki bert vil loysa tey stóru málini, ið troðka á í okkara samfelag í dag, men vil leggja líka stóran dent á at loysa tey mál, ið vanliga fólkið merkir sum stórar trupulleikar í gerandisdegnum.

Tí vil eg heita á norðingar um at geva okkum dyggan stuðul tann 30. apríl og seta ein sterkan Javnaðarflokk inn á ting.


Eyðgunn Samuelsen,

valevni Javnaðar-

floksins í Norðoyum