Javnaðarflokkurin vann og Sambandsflokkurin tapti

Fólkatingsvalið í Føroyum er avgjørt og føroyingar hava aftur fingið ein javnaðarmann á fólkating. Formaðurin í Javnaðarflokkinum gjørdi eitt kanónvalg og fekk ikki færri enn 1895 atkvøður

Fólkatingsvalið er avgjørt.


Í Føroyum í øllum førum. Her endaði valið við, at Fólkaflokkurin fekk fyrst valda fólkatingsmannin, meðan Javnaðarflokkurin fekk hin.


Áðrenn valið bar alt á tað borðið, at Tjóðveldisflokkurin fór at fáa millum 24 og 25 prosent av atkvøðunum, meðan Javnaðarflokkruin og Sambandsflokkurin fóru at fáa uml. 22% av atkvøðunum hvør.


Men sum hetta valstríðið hevur gingið, so hevur tað víst seg, at Javnaðarflokkurin hevur staðið seg serliga væl.


Og tað vísti úrslitið eisini, nú endaliga upptalt var.


Javnaðarflokkurin megnaði tað, sum flokkurin fór eftir og fekk annan mannin. Formaður floksins fekk eitt rimmar val og fyri hann var valið ein álitisváttan frá veljarunum. Til seinasta val fekk hann 257 atkvøður. Hesaferð fekk hann ikki færri enn 1895 atkvøður.


Úrslitið av valinum var annars:


1. Fólkaflokkurin 5561 26,9% (Óli Breckmann 3961 atkv.)

2. Javnaðarflokkurin 4684 22,7% ( Jóannes Eidesgaard 1895 atkv.)

3. Sambandsflokkurin 4506 21,8%

4. Tjóðveldisflokkurin 4316 20,9%

5. Sjálvsstýristýrisflokkurin 1600 7,7%


Sjálvandi er vert at leggja merki til, at fínteljingin manglar.