Á hesum støði er allur politikkur Javnaðarfloksins grundaður, eisini politiska arbeiðið fyri einari nýggjari kommunuskipan.
Allir landsins borgarar skulu hava somu møguleikar í vælferðarsamfelagnum, uttan mun til, hvar teir í landinum velja at búseta seg.
Vit staðfesta sostatt og stuðla viljan hjá føroyingum at skipa seg í bygdarsamfeløg.
Skal bygdarsamfelagnum verða lív lagað, verður neyðugt støðugt at skipa lívsumstøðurnar hareftir.
Ein fortreyt fyri trivnaði í einum samfelag er eitt rímiligt aldursbýti í fólkinum, at javnvág er í arbeiðsbýti og arbeiðstilboðum til øll arbeiðstøk, og at tey, sum eru uttan fyri arbeiðsmarknaðin, - børn, gomul og óarbeiðsfør - eisini verða nátúrligur partur í samfelagnum.
Vit fara ongantíð at góðtaka, at føroyingar verða býttir upp í fyrsta og annan floks menniskju - tey, ið hava alskyns tilboð til arbeiði, útbúgving, mentan og heilsuliga- og almanna umstøður - og so hini.
Tí skulu møguleikarnir hjá fólki at skapa sær eina mennandi tilveru ganga fram um einoygd búskaparlig sjónarmið.