Fleiri enn tvey kyn?
Grundleggjandi munur er á gentu og drongi. At býta næmingar í tvey kyn er lættast, tó skal havast í huga, at her verður málað rættiliga svart/hvítt. Tí ikki eru bara tvey sløg av næmingum – allir næmingar eru ymiskir. T.d. hevur Susanne V. Knudsen, granskari, grundað á eygleiðingar í móðurmálsundirvísing, býtt næmingar í seks kyn: viltkyn, stiltkyn, dreingjagentukyn, gentudreingjakyn, spælikyn og samstarvskyn. Hesi kyn ganga tvørtur um tey bæði vanligu kynini. Uttan at gera stórvegis greiningar av hesum, vísir hetta bara, hvussu fjølbroytt myndin í veruleikanum er.
Fólkaskúlin
“Skúlaklárir” kalla vit teir næmingar, sum byrja í 1. flokki. Hóast bæði gentur og dreingir fáa hetta heitið, áðrenn tey koma í skúla, vita vit av royndum, hvussu ymisk tey eru. Hóast hesa vitan verða øll meir ella minni undirvíst eins, og eingi almenn krøv eru um tilgongd, hvat kyni viðvíkur. Skúlagongd er kravd.
Kjakið um týdningin av kyni, serliga um gentu og drong, er áhugavert, og tað er avgjørt tørvur at seta orð á, hvat skapir ein góðan skúladag fyri allar næmingar.
Javnstøða
Tá tosað verður um gentur og dreingir, hugsi eg, at trupulleikin í fólkaskúlanum sæst aftur í kynsbýtinum í samfelagnum. Vit spyrja, hvat skal gerast, so kvinnur verður eins sjónligar í samfelagnum og menn? Mong leggja tíð og orku í at loysa trupulleikan, so bæði kyn kunnu virka á jøvnum føti og hava somu møguleikar.
Hugsandi er, at um javnstøðan skal gerast veruleiki, eigur at verða byrjað við børnunum. Javnstøðan tryggjar nevniliga, at øll eru líka fyri lógini. Hon tryggjar, at øll hava somu rættindi at mennast - í ymiskum umhvørvi. Tí øll eru ymisk.
Ann-E. Knudsen, sum hevur verið ráðgevi í innskúlingini, har hon hevur hjálpt lærarum at greina millum børn við neurologiskum trupulleikum og børnum við vanligum atferðartrupulleikum sigur m.a.: ”Tá ið ein lærari hyggur út yvir ein 1. flokk við 26 næmingum, gerst hann glaður, tí bara helvtin av næmingunum hava “atferðartrupulleikar”. Genturnar verða nýttar sum “sosialt lím”. Tað er eingin lærugrein við skotsmáli, sum eitur: “dugir væl at bíða eftir tørni” 8, “fitt og røkin” 9, “dugir ómetaliga væl at sita millum tveir dreingir, sum annars berjast” 10.”
Loysnin sigur hon er, at gentur og dreingir nakrar tímar um vikuna verða undirvíst hvør sær. Hjá dreingjunum verður fokus sett á tørv teirra: tosað verður í stuttum setningum, løturnar við konsentratión eru styttri og fleiri støðgir eru við møguleika at røra seg. Hjá gentunum skulu hesir tímar møguliga ikki hava fokus á tað fakliga, men heldur nýtast til at menna hana, tí hon er: bundin av øðrum, hevur trongd til at kenna seg væl umtókta og annars arbeiða við sjálvsvirði og sjálvsmynd hennara. Tær skulu læra at merkja, hvat tær sjálvar vilja, óbundnar av, hvat tær stýrandi genturnar í flokkinum siga, og læra at velja fyri seg sjálvar og síggja, at tær hava virði, sjálvt um tær standa einsamallar.
Áhugaverdu spurningarnir eru: Hvør skal tryggja javnrættindi í fólkaskúlanum? Og hvussu skal hetta gerast?
Genta og drongur
Kanska eiga vit at hugsa um ráðini frá Ann-E. Knudsen: “Áðrenn vit taka støðu til læruhættir, differentiering og um, hvussu rúmligur skúlin ella lærarin skal vera, mugu vit fáa lív í kjakið um, hvønn týdning munurin á kynunum hevur fyri læru. Bæði gentur og dreingir gjalda sín prís fyri verandi skúlaskipan, serliga tá ið hugt verður at menningini frá tí tey eru børn til tey eru vaksin.” Hóast tey eru javngomul, er stórur munur á.