Javni landsstevnu

.

Javni hevur landsstevnu í døgunum 22. og 23. mai 1998, og gongur hon undir heitinum: Nær er ein bústaður eitt heim.

Skráin fyri landsstevnuna er í høvuðsheitum hendan:

Fríggjadagin 22. mai kl. 19.00 er aðalfundur á Hotel Hafnia. Á fundinum fara Jóna Olsen, pedagogur og leiðari á Dáanum, og Elsba Olsen, sosialráðgevi og leiðari á pensiónistadeildini á Almannastovuni, at halda fyrilestrar, ið fara at snúgva seg um tørv, nýhugsan o.a. viðvíkjandi búmøguleikum hjá menningartarnaðum.

Leygardagin fer skrúðgonga við Havnar Hornorkestri á odda av Bursatanga kl. 10, og eftir at hava gingið gjøgnum býin verður farið í Grasagarð, har 40 manna norska Utsiktsbakkens Brassband spælir, og har Katrin Dahl, býráðslimur setur landsstevnuna. Utsiktsbakkens Brassband er mannað við menningartarnaðum spælarum.

Leygarkvøldið kl 18.00 skipar Javni fyri veitslu í Ítróttarhøllini á Nabb. Á veitsluni verður Pól Jákup Thomsen konferencier, meðan Rasmus Magnussen fer at standa fyri undirhaldinum og dansinum.

Landsstevnan er ein aftur-vendandi táttur og samstundis sera týdningarmikil partur av arbeiðnum hjá Javna. Tað vildi frøtt okkum, um fólk tóku fjølment undir við teimum ymisku tiltøkunum á landsstevnuni.