Javnleikur til Sävehof í fyrru fjórðingsfinaluni í steypakappingini

Sävehof fekk ikki besta útgangsstøðið til returdystin á útivølli

Í kvøld spældi liðið hjá Óla Mittún og Ísaki Vedelsbøl, Sävehof fjórðingsfinalu og grannauppgerð móti Önnered í svensku steypakappingini.

 

Talan gjørdist ikki um besta útgangsstøðið til seinnu fjórðingsfinaluna á útivølli. Dysturin endaði við javnleiki 27-27. 

 

Sävehof var á odda 21-14 í steðginum, men í seinna hálvleiki steðgaði fullkomuliga upp við málskjótingini hjá Sävehof, og so mátti teir taka til takkar við javnleiki 27-27. 

 

Óli skoraði tvey mál í dystinum. 

 

Mikukvøldið 13. november spælir Sävehof dyst á útivølli í bestu svensku deildini móti Karlskrona. 

 

Í næstbestu svensku deildini leiktu Aleksandar Lacok og liðfelagarnir í Lugi javnleik 29-29 (14-15) móti Drott á heimavølli. 

 

Lugi er nummar átta í deildini við átta stigum.