Javnleikur til skert Liverpool lið

Liverpool vitjaði Bordeaux á útivølli í dysti í Europa League fyrr í kvøld

Liverpool fór á vøllin í Europa League kappingina á útivølli ímóti franska liðnum, Bordeaux við einari skerdari manning.

 

Høvuðsvenjarin hjá Liverpool, Brendan Rodgers lat Christian Benteke, James Milner, Martin Skrtel, Dejan Lovren og Nathaniel Clyne verða eftir í Onglandi, og ístaðin vóru tað menn, sum Jordan Rossiter, Divock Origi, Alberto Moreno og Mamadou Sakho, sum fingu møguleikan ímóti Bordeaux.

 

Hóast skerdu manningina eydnaðist tað Liverpool at fáa ein góðan javnleik. Dysturin endaði 1-1.  Adam Lallana legði Liverpool á odda, tá 65. minuttir vóru farnir av dystinum. 10 minuttir seinni javnaði Bordeaux við einum máli, sum brasiliumaðurin, Jussie skeyt.

 

Í sama bólkinum vann sveisiska liðið, Sion 2-1 á russiska liðnum, Rubin Kazan.