Javnleikur til Vejle - men ongin føroyingur við

Ongin føroyingur var við, tá ið Vejle spældi dyst fyrr í dag

Annað leikumfar í næstbestu donsku fótbóltsdeildini byrjaði fyrr í kvøld, tá ið Vejle á útivølli spældi ímóti FC Vestsjælland, sum flutti niður úr bestu deildini í farna kappingarári.

 

Dysturin endaði 2-2, men fyri føroyska fótbóltsfjepparan var í størri mun vert at leggja til merkis, at ongin føroyingur var við í kvøldsins hópi hjá Vejle. Viljormur Davidsen er langtíðarskaddur, og tað er framvegis ógreitt, um Sonni Ragnar Nattestad hevur nakra framtíð í felagnum. Hann er so í øllum førum ikki byrjaður at venja enn.

 

Tískil var tað ikki óvæntað, at hesir báðir ikki vóru við í hópinum, men triði føroyingurin, Jóan Símun Edmundsson, byrjaði inni fyri viku síðani, tá ið Vejle legði nýggja kappingarárið til brots. Í dag var føroyski framherjin tó ikki við í hópinum hjá Vejle.

 

Undan dystinum var Jóan Símun annars við í bruttohópinum, ið taldi 20 mans, men sambært heimasíðuni hjá Vejle, so mátti Jóan Símun geva avboð til dystin vegna ein skaða í lyskuni. 

 

Í morgin verður vónandi onkur føroyingur at síggja á vøllinum í næstbestu deildini í Danmark. Vendsyssel, ið telur bæði Hall Hansson og René Shaki Joensen í hópinum, tekur ímóti Silkeborg. Tann dysturin byrjar klokkan 14 okkara tíð.