Í greinini verða fleiri spurningar viðgjørdir, m.a. um sjálvstýrismálið í teimum smáu tjóðunum køva eitt nú javnstøðumál. Til hetta er at siga, at sjálvstýrisstríð føroyinga, er eitt stríð fyri frælsi og ábyrgd fyri egnum landi og harvið ávirkan á framtíð okkara. Javnstøðumál eru ein integreraður partur av hesum stríði líka so væl sum øll onnur politisk mál, og er tí í tráð við endamálið við Javnstøðuráðstevnuni, at integrera javnstøðumál í samfelagnum.
Barbro Sundback sigur víðari, at tað er skelkandi at hoyra, at í Føroyum er eingin lóg sum tryggjar kvinnum í móðurskapinum. Hetta er ikki heilt rætt. Vit vóru fleiri luttakarar á Ráðstevnuni, ið fýltust á, at rættindi hjá føroyskum kvinnum í samband við barnsburð, ikki alment vóru bornar fram á Ráðstevnuni, soleiðis at luttakarnir fingu innlit í hesi viðurskifti. Forkvinnan í Javnstøðunevndini og onkur annar luttakari royndi at greiða frá viðurskiftunum í Føroyum, men hóast hetta, er misskiljing íkomin. Úrslitið sæst partvís av uppfatanini hjá Barbo Sundback í umrøddu grein í sosialinum.
Í Føroyum er eingin lóggáva, ið tryggjar kvinnum, ið hava átt barn, rætt til farloyvi frá arbeiði eitt ávíst tíðarskeið aftaná barnsburð. Í so máta eru vit eftirbátar samanlíkna vit okkum við londini rundan um okkum.
Einastu rættindi til farloyvi frá arbeiði hjá føroyskum kvinnum, eru tey, ið eru nevnd í teimum ymisku sáttmálunum á arbeiðsmarknaðinum, í lóg um dagpening vegna sjúku og barnsferð og í lógini um starvsmenn.
Kvinnurnar hava ikki javnbjóðis rættindi til barnsburðarfarloyvi. Tær flestu kvinnurnar í almennum starvi hava rætt til barnsburðarfarloyvi í 24 vikur við vanligari løn. Tær tímaløntu kvinnurnar hava rætt til sjúkradagpening frá Almannastovuni, í mesta lagi 80% av arbeiðsmannalønini, eisini í 24 vikur. Kvinnurnar á privata arbeiðsmarknaðinum annars hava sambært lóg um starvsmenn rætt til hálva mánaðarløn 1 mánað áðrenn og 1 mánað aftaná føðing og síðan rætt til dagpening, soleiðis at tær eru tryggjaðar inntøku í 24 vikur. Hinvegin er eingin lóggáva, ið tryggjar teimum rætt til farloyvi frá arbeiði í 24 vikur.
Tað, ið okkum tørvar er, at rætturin til farloyvi frá arbeiði í samband við barnsferð verður tryggjaður í javnstøðulógini. Somuleiðis er neyðugt, at seta á stovn barnaburðargrunn á privata arbeiðsmarknaðinum, ið tryggjar kvinnum vanliga løn í barnsburðarfarloyvistíðini. So leingi hesin møguleiki ikki er, verður trupult hjá kvinnum í burðaraldri at fáa arbeiði á privata arbeiðsmarknaðinum. Slíkur grunnur finst á almenna arbeiðsmarknaðinum.
Tað merkir, at fer ein sjúkrasystir ella pedagogur í almennum starvi í barnsburðarfarloyvi, so verður avloysarin løntur úr hesum grunni. Sostatt ávirkar ein barnakona onga fíggjarætlan á einum almennum stovni ella virki.
Ingrid Jensen
sosialráðgevi