Javnstøðulógina
Útgávur
Tíðindaskriv
Sig tína ákoðan
Slóðir
Javnstøðulógin
Nú er høvi at kunna seg um innihaldið í lógini, sum vit fingu tann 3. mai 1994. Eisini eru nakrar viðmerkingar um nakrar av paragraffunum. Tað eru ikki so mong ár síðani, at vit fingu eina javnstøðulóg, í mun til okkara grannalond, og tí er tað serliga neyðugt við kunning um lógina og møguleikarnar hon gevur. Javnstøðulógin er til at brúka, og kemur man fram á okkurt, ið ikki er í samsvar við lógina, so er at venda sær til javnstøðunevndina.
Útgávur
Har ein kann lesa ársfrágreiðingar og annað frá nevndini.
Tíðindaskriv
Eru um ymisk aktuell mál, sum kunnu vera upplýsandi ella geva okkurt at hugsa um viðvíkjandi javnstøðu.
Slóðir
Her kemur tú lætt til ymsar stovnar í Føroyum, sum kunnu hava áhuga í slíkum samanhandi, ella ein kann koma út um landoddarnar at síggja, hvat ið hendir innan fyri javnstøðu í øðrum londum.
Sig tína áskoðan
Her er møguleiki at siga tína hugsan! Tað kann t.d. vera, hvat tit meina um javnstøðu? Hvat skuldi verið gjørt meira við? Hvussu eru møguleikarnir hjá kvinnunum og munnum innafyri øll samfelagsøkir í Føroyum, viðv. arbeiði, útbúgving, yrkiligari og mentanarligari menning. Hvør fær lønarviðbøturnar? Hvussu við virðismetingni av arbeiði, er tað ikki nakað fyir fakfeløgini at hugsa um. Evnini eru mong at hugsa um og gera nakað við.
Samleiki og mál, er eisini eitt evni sum kundi verið áhugavert at kjakast um, hvat finna vit okkum í av ókvæmisorðum? Hvat vilja vit líknast saman við? Hvar orðalag góðtaka vit, og hvar seta vit markið?
Javnstøðunevndin hevur virka rættiliga nógv fyri at fáa barnsburðargrunnin, sum eisini er við í samgonguskjalinum, at gerast veruleiki. Uppskot um hvussu hesin kann gerast og útrokningar hevur nevndin eisini gjørt og sent landssýrismanninum í vinnumálum og landsstýriskvinnuni í heilsumálum. Barnsburðargrunnurin, sum vónandi verður veruleiki skjótt, skal virka fyri, at allar kvinnur á arbeiðsmarknaðinum, fáa farloyvi við fullari løn. Eisini skulu menn kunna fara í farloyvi, uttan at tað skal haldast at vera løgið ella óhóskandi.
Javnstøðunevndin hevur í umbúna at fara í gongd við eitt skúlaprojekt um samskifti millum gentur og dreingir. Hetta er tó ikki heilt klárt enn, men vit rokna við at tað verður bæði spennandi og áhugavert.
Við heimasíðuni heldur javnstøðunevndin at í hesum tøkni tíðum er hetta ein lættur møguleiki at koma í samband við javnstøðunevndina, og henda vegin at fáa gott og gevandi orðaskifti um javnstøðumál.
Jansy Olsen, skrivari