Ójavnt er býtt

Tíðindaskriv
Fiskimálaráðið

Tá ið fiskiskapurin eftir rækjum í NAFO øki 3L varð tikin uppaftur í 1999, varð samlaða kvotan, sum tá var 6000 tons býtt soleiðis, at Kanada fekk 5000 tons, meðan hini limalondini í NAFO fingu 1000 tons. Seinni er kvotan í 3L hækkað, soleiðis at hon ídag er 13000 tons, harav 2.167 tons sambært avgerð frá 1999 verða býtt javnt millum limalondini, tó ikki Kanada. Hetta gevur Danmark vegna Føroyar og Grønland eina kvotu á 144 tons.
Avgerðini um at býta javnt millum limalondini hevur Danmark vegna Føroyar og Grønland áhaldandi mótmælt. Føroyska sjónarmiðið er, at tá kvotan verður býtt eigur at verða lagt upp fyri, at Føroyar søguliga hava fiskað í NAFO øki 3L, umframt at vit ár um ár hava gjørt vísindaligar kanningar á leiðini. Tað eru serliga hesar kanningarnar, sum hava prógvað, at vinnuligur fiskiskapur eftir rækjum er møguligur í NAFO øki 3L.
Fyrr í summar boðaði danska uttanríkiráðið í samráð við føroyskar og danskar myndugleikar NAFO skrivstovuni frá, at Danmark vegna Føroyar og Grønland fór at gera nýtslu av rættinum í NAFO viðtøkunum um at áseta sær egna kvotu. Kvotan varð sett til 1344 tons og er neyvt roknað eftir einum frammanundan ásettum metingarstøði, har søguligur fiskiskapur, vísindaligar kanningar v.m. eru vektaði.
Kanada mótmælti danska átakinum og heitti á føroyskar og grønlendskar myndugleikar um at steðga fiskiskapinum í NAFO øki 3L. Sambært kanadiskum fjølmiðlum er samveldisstjórnin í Ottawa undir stórum trýsti frá vinnuni og landspartastjórnini í New Foundlandi í hesum málinum.
Á fundi í Keypmannahavn 24. august 2004 og í eftirfylgjandi brævaskifti eru Kanada og Danmark vegna Føroyar og Grønland komin ásamt um, at føroyski fiskiskapurin í NAFO øki 3L steðgaði á miðnátt 31. august. Afturfyri hevur Kanada lovað at stuðla kravinum um, at føroyski parturin av samlaðu kvotuni eigur at gerast størri.
Hesin spurningurin verður viðgjørdur á NAFO fundinum, sum byrjar í Dartmouth 13. september 2004.
Í kanadiskum fjølmiðlum hevur málið verið útlagt soleiðis, at Danmark gav eftir fyri trýsti úr Kanada. Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum hevur avgjørt at senda út tíðindaskriv til fjølmiðlar í Kanada fyri at gera greitt, at fiskiskapurin í 3L er steðgaður fyribils, meðan bíðað verður eftir einum úrsliti á komandi NAFO fundinum.
NAFO øki 3L verður stongt fyri fiskiskapi í tíðarskeiðnum frá 15. september til 30. november. Um komandi NAFO fundurin ikki kemur til eitt fyri Føroyar nøktandi úrslit, fara føroysku skipini eftir ætlan at fiska seinasta partin av 3L kvotuni í december mánaði.