Jazzurin nærkast

Vit liva í eini jazztíð. Hesi kendu orð kunnu føroyingar árliga ásanna, tá Jazzfestivalurin setur dám á summarið. Nú er tann 17. jazzplakatin komin og í august ljóma jazztónarnir fyri 17. ferð. Á skránni eru m.o. Green Gate við limum úr Plúmm, Jørgin Dahl og Lis Sørensen

Jazzplaktin hevur vunnið sær pláss í huganum á føroyingum, eins og manga aðrastaðni eisini.

Harumframt er hon ársins fasta tekin um summar og jazz. Og nú nú er tann 17. plakatin í røðni komin.

Tað er íslendski listamaðurin Tryggvi Olafson, ið hevur gjørt plakatina, ið ber brá av, at listamaðurin hevur vitjað í Føroyum. Eisini ber hon brá av, at listamaðurin, ið býr í Keymannahavn, er jazzfjeppari.

Plakatin er einføld og myndar partar av Føroyum og gerandisdagin og jazzin. Og so eru tvær hendur, ið líkasum spæla uppá ein strong, ið gongur yvir Nólsoynni. Sum eitt slag av náttúrustrongi.

Tað er siður, at norðurlendskt listafólk ger plakatina. Fyrraárið gjørdi føroyski listamaðurin Kári Svensson plakatina, og hevur henda víst seg at vera tann best umtókta av øllum og hevur hon sett sølumet.

Árliga verða einar 250 plakatir sendar út til stovnar og onnur. Hesi fáa sjálvsagt eitt ótal av slíkum, men tað hevur víst seg, at føroysku jazzplakatirnar hava vunnið hevd og veruliga verða hongdar upp. Tær hava góðsku og eru tíðarleysar.

Samstundis eru plakatirnar still, men vælvirkandi reklama fyri Jazzfestivalin, Norðurlandahúsið og Føroyar.

Í ár eru so eisini gjørd stór postkort í A5 stødd, ið bera somu mynd, sum plakatin. Hesi eru ókeypis og eru at fáa ymsastaðni í landinum.


Jazzurin nærkast

Tá plakatin er komn, so er jazzurin føroyingum og summargestum vísur.

Hóast skráin fyri Tórshavnar Jazz-, Fólka-, og Bluesfestival 2000 enn ikki kan sigast at vera heilt endalig, so tykist greitt, at mangt forvitnisligt er fyri oyruni.

Festivalurin byrjar mikudagin 9. august og heldur fram til tann 12. august 2000.

Fyrsta kvøldið er t.d. J.S. & Bach á skránni. Hetta er sjálvsagt ikki Jóhan Sebastian, men tað eru Jóhannes Andreasen og Stamen Stantchev, ið leika henda tónleik, saman við Arne Forchammer Trio. Forchammer er gamal pianistur frá gomlu MontMartre tíðini í Keypmannahavn og hevur m.a. spælt saman við Stan Getz og eisini saman við Brandi Øssursson, ið hevur verið jazztónleikari í útlondum á yngri árum.

Sama kvøld eru á skránni Hallas Travel úr Íslandi. Hetta eru Bjørn Thoroddsen og sjónleikarin Eygil Ólafsson. Teir taka gamalt fólkalag og laga tað til, alt eftir hvar teir eru. Hetta er framførsla á høgum støði og við høgum undirhaldsvirði, sigur fyrireikarin av festivalinum, Brandur Øssursson.


Gospel og tango

Hóskvøldið er m.a. Stavanger Gospel Choir á skránni. Hetta sigst vera næst eftir Oslo Gospel Choir og tað sigur so mikið, sum at talan er um gospelkór á høgum støði.

Kórið hevur júst verið í London, har tað varð sera væl fagnað.

Fríggjakvøldið 11. august er føroyskt kvøld. Jassarnir byrja.

Síðani er nakað so spennandi og forvitnisligt, sum Green Gate. Hetta var fløga við Magnus Johannesen - kendur úr Plúmm, Føstufressum og Taxi - og Holger Laumann, ið kom fyri nøkrum árum síðani. Ikki er óhugsandi, at aðrir av manningini í Plúmm verða at hoyra í sambandi ið Green Gate og tað er í sær sjálvum sera lokkandi.

Eivør Pálsdóttir er umboð fyri yngra ættarliðið í føroyskum tónleiki og jazzi. Hon kemur á pall, áðrenn ein av góðu, gomlu, men saknaðu, tónleikarunum trínur á pall.

Tað er Jørgin Dahl, ið fyri stuttum gav fløgu út, ið kemur til Føroya við Lost Pilgrims.

Eitt kvøld, ið væntandi fær heilt ung (Jassarnir), tey ungu (Eivør), tey um 30 ára aldur (Green Gate) og tey, ið eru komin um 40 og 50 ára aldur (Dahl), at leita sær til atgongumerkjalúkuna. Væntandi eitt kvøld, ið savnar ættarliðini um nýtt og gott gamalt. Nostalgi og nýtt sameint eitt fríggjakvøld í august 2000.

Lis Sørensen!Hon er helst kendasta navnið á festivalinum í ár og ein kann ikki lata vera við at hugsa um rimmar konsertina í fjør, har Sanne Salomonsen legði Norðurlandahúsið fyri sínar føtur. Saman við Anne Linnet og Hanne Boel eru Salomonsen og Sørensen millum tær fremstu donsku songkvinnurnar.

Síðsta kvøldið eigur hon pallin og tað er fyrstu ferð, at Lis Sørnsen vitjar í Føroyum.

Í vetur hava mong gingið til tango dans. Og á festivalinum verður høvi at upliva veruligan argentinskan tongo tónleik. Ein argentiskur/týskur tangobólkur kemur at leika: Quinteto Arrabal.

Jazz Oasis leika. Ætlandi saman við Anniku Hultin úr Finnlandi, men væntandi verður hetta broytt, so tað ístaðin verðir ein finsk songkvinna, ið júst er vald til Miss Summertime í Finnlandi. Hetta hevur sjálvsagt einki við vakurleikakapping at gera, men heldur tann nakna veruleika, at eitt tað kendasta stanard jazz lagið kallast Summertime. Her heima á klettunum kenna vit tað seinast frá bæði Tangz og Eivør Pálsdóttir.

Íslendsku innsløgini á festivalinum koma í samstarvi við Reykjavíkar Mentabý.

Í alt ein forvitnislig skrá, ið hevur okkurt til tey flestu, yngri og eldri. Jazzarar og kórfjepparar og rockarar og popparar.

Og skal ein taka boðskapin á plakatini til eftirtektar, so verður fyri 17. ferð sligið uppá náttúru streingirnar, tá Norðurlandahúsið letur dyrnar upp fyri festivalinum og jazzurin streymar út á Nólsoyarfjørð og ferðast við bylgjunum og gevur afturljóð í føroysku fjøllunum.e;tvegis teimum. Tað metir hann, at tey og Várharra eiga at avgreiða sínámillum.

Øll eru vælkomin í kirkjuna, sigur Heri Joensen. Hinkynt, samkynt, frøknut, tjúkk og kløn. Har verður eingin munur gjørdur. Hjá Harranum er eingin munur.

Heri Joensen heitir á øll um at lesa Johannes 17,12 sum er prædikuteksturin til komandi sunnudag. Har biður Jesus so bønliga um, at tey mugu vera eitt, hóast tey ikki eru eins. Hann forðar ongum at búnast og vaksa sín andaliga vøkstur. Hann biður akurskurðarmenninar um at lata tey vaksa saman til heystar. Tá verður tað ein annar enn vit, sum fer at lúka, og har er slett ikki brúk fyri okkum, sigur Heri Joensen, sóknarprestur.