SAMRÁÐINGAR
Jenis av Rana og Miðflokkurin kunnu koma í ein rættan lyklaleiklut, nú politisku flokkarnir eru farnir at hyggja seg um eftir samstarvfeløgum til eina komandi samgongu.
Sjálvur er Jenis av Rana fegin um valúrslitið týsdagin.
?Fyri Miðflokkin og fyri meg var tað eitt gott val. Vit fingu eina lítla framgongd. Vit høvdu vónað, at fingið ein mann afturat, men eg haldi, at talan var um eitt gott val, sigur Jenis av Rana.
Jenis av Rana heldur ikki, at valúrslitið skal tulkast soleiðis, at samgongan fall.
?Valúrslitið segði, at tað skal ganga eitt sindur spakuligar á sjálvstýrisleið. Tað ger einki, um ferðin verður sett niður á tilgongdini. Eg haldi tó, at núverandi sjálvstýristilgond heldur og kann halda fram, men ferðin nýtist ikki at vera tann sama, sigur Jenis av Rana.
Formaður Miðfloksins heldur, at Miðflokkurin hevði væl riggað saman við núverandi samgongu, og hann er sannførdur um, at teir høvdu styrkt samgonguna á fleiri økjum. Serliga innanfyri trivnaðarmál hevði Miðflokkurin kunnað gagna samgonguni, sigur Jenis.
Jenis av Rana vil tó ikki velja nakran partin framum. Hann heldur, at teirra sjónarmið innanfyri tað ríkisrættarligu støðuna passa væl saman við samgonguni, tí hann heldur, at vit mugu taka ræðið á egnum landi. Men hjá Miðflokkinum verður hesin spurningurin ikki raðfestur ovast, og hann heldur, at Javnaðar- og Sambandsflokkurin høvdu kunnað komið eins langt á sjálvstýrisleið sum samgongan hesi seinastu fýra árini, tí samgongan er ikki komin langan veg.
?Høgni Hoydal kann taka hetta sum eina áminning, at ferðin er ov høg á sjálvstýrisleið, sigur Jenis av Rana.
Einsamallur
Sum einsamallur tingmaður fyri Miðflokkin veit Jenis av Rana at siga, at hetta er ómetaliga strævið arbeiði, og hann hevði tí verið ógvuliga fegin um, at flokkurin hevði kunnað komið í samgongu og fingið ein landsstýrismann, nú tað heldur ikki eydnaðist at fáa ein tingmann afturat.
Teir hava áður vilja havt ein landsstýrismann í familjumálum, men hetta er ikki nakað ófrávíkiligt krav, og teir kundu eitt nú eisin hugsað sær, at almanna og heilsu mál vórðu skild at.
Jenis av Rana fer á fund við løgmann við einum opnum sinni, sigur hann.