Jenis av Rana, Miðflokkurin, segði í einari viðmerking í tingsalinum fyri løtu síðani, at pensjonistar hava fingið útgjald eftir einum lógaruppskoti, sum enn ikki er samtykt í tinginum.
--Man eigur at umhugsa um man ikki skal leggja eitt uppskot um misálit longu í nátt, segði hann.
Hetta fekk bæði kaj Leo Holm Johannesen og Bárð Nielsen úr Sambandsflokkinum at øtast við og siga, at er hetta rætt, so er talan um eitt sera álvarsligt mál.
-Um hetta er so, so vóni eg talan er um ein feil, segði Bárður á Steig Nielsen.
Hann heitti á samgongulimir um ikki at viðgera málið við 3.viðgerð í nátt, men bíða til í morgin.
Jenis av rana, segði, at onkur pensjonistur longu er trektur fyri 565 krónur í grundupphæddini av fólkapensjónini.