Jenis av Rana eigur at verða tagdur burtur.
Tað heldur gitna, føroyska songkvinnan, Einvør Pálsdóttir. Og tað sigur hon við www.gayiceland.is, sum er ein heimasíðu hjá samkyndum í Íslandi.
Tað hevur eisini vakt ans í Íslandi, at Jenis av Rana nú ein dagin segði við okkum her á www.in.fo, at LGBT eigur ikki at sleppa at ganga í skrúðgongu í miðbýnum í Havn á ólavsøku, soleiðissum ætlanin er at gera seinnapartin, mánadagin 27. juli.
Íslendska heimasíðan hevur fingið ta fatan, at Jenis av Rana ætlaði at bannað skrúðgonguni heilt, men tað var kortini ikki akkurát tað, hann segði. Men hann segði, at vit eiga at gera við LGBT, sum vit gera við Sea Shepherd, og vísa teimum á eitt stykkið uppi á Karlamagnussarbreyt at vera á, so at tey eru langt uttanfyri miðbýin.
Les eisini: Samkynd skrúðgonga í Havn skal bannast
Men Eivør Pálsdóttir heldur við íslendsku heimasíðuna, at Jenis av Rana er snævurskygdur, og eigur at verða tagdur burtur.
Hon sigur, at Jenis av Rana kann rætt og slætt ikki verða tikin í álvara. Hennara fatan er, at Jenis av Rana umboðar eina alsamt minkandi fjøld av føroyingum.
- Hansara politiski flokkur hevur tíggju ferðir færri veljarar enn talið á teimum, sum á hvørjum ári eru við í Faroe Pride skrúðgonguni hjá LGBT sigur Eivør Pálsdóttir.
Les eisini: Hatta taki eg púra avslappað
Les eisini: LGBT skrúðgonga hevur týdning fyri Havnina
Les eisini: LGBT bjóðar Jenis av Rana við í Skrúðgongu