Jenis fingið hóttanir

Seinastu 14 dagarnar hevur løgtingsmaðurin, Jenis av Rana, fingið fleiri hóttanir. Leygarnáttina var hann aftur úti fyri eini minni stuttligari hending, tá postkassin uttan fyri heimið varð sprongdur í luftina

Jenis av Rana, løgtingsmaður fyri Miðflokkin, hevur seinastu 14 dagarnar móttikið fleiri hóttanir. Tær eru allar í sambandi við Televarpið og spurningin, hvørt tað fór at senda porno ella ikki.
? Eg havi javnan fingið fleiri hóttanir seinastu 14 dagarnar, sigur Jenis av Rana.
? Tær eru allar komnar við sms-boðum á fartelefonini, og tað er ógvuliga óbehagiligt. Eg veit ikki, hvussu álvarsamt hetta er, men eitt sindur er tað.
Leygarkvøldið varð postkassin uttanfyri heimið hjá løgtingsmanninum sprongdur í luftina.
? Tað vóru samfelagsmøtir uppi í høllini á Hálsi leygarkvøldið, og tí vóru vit seint uppi. Vit á veg til songar, tá vit hoyrdu ein hvøllan brest og alt húsið ristist. Eg trúði, at ein partur av húsunum var farin í luftina, men tað var tíbetur bara postkassin, greiðir Jenis av Rana frá.
? Eg fór út beinanvegin, men eg sá ongan. Nú tá eg havi tosað við grannarnar siga teir, at bresturin var so harður, at teir mestsum allir eru vaknaðir av spreingingini.
Postkassin liggur nú slongdur út yvir eitt stórt øki, og kriminalpolitiið skuldi kanna málið nærri í gjár.

Fleiri hóttanir

Hóttanirnir ímóti løgtingsmanninum byrjaðu undir viðgerðini av skøkjulevnaðinum. Undir sjálvari viðgerðini fekk Jenis fleiri sms boð, har tað millum annað stóð, at um »pornokanalin« ikki fór at senda, so skuldi Jenis fáa hetta at merkja á annan hátt.
? Sjálvur veit eg ikki, hví eg fái slíkar hóttanir, tí eg havi onki havt við málið sum so at gera. Eg varð biðin at gera nakrar viðmerkingar til Sosialin tað eina kvøldið og dagin eftir ringdið útvarpið og spurdi um eg kundi koma oman at gera nakrar viðmerkingar til tíðindasendingina á middegi, sigur Jenis av Rana.
Hann heldur, at politikarar hava skyldu til at svara spurningum, ið verða settir, og var tað tí, at hann játtaði at gera viðmerkingar.
? Eg havi onga avgerð tikið í hasum málinum. Tað var fútin, sum tók avgerðina.
Undir viðgerðini av skøkjulevnaðinum fekk Jenis fleiri sms-boð, men hann strikaði tey beinanvegin, tí hetta vildi hann ikki hava inni á telefonini. Jenis sigur, at hann veit ikki, um sms-boðini og hendingin við postkassanum hava samband við hvørt annað.
? Um hetta var eitt annað tíðspunkt á døgninum, hevði eg helst ikki tikið tað so álvarsliga, men hetta var ímóti klokkan tvey um náttina, so tað kann ikki júst verða kallað fyri dreingjalótir.
Seinasta vikuskifti høvdu nakrir ungir menn eisini verið á hurðini heima hjá Jenisi. Sjálvur var hann ikki heima ? hann var staddur í Suðuroy hetta vikuskifti, men konan var inni. Teir ungu mennirnir søgdu, at teir skuldu draga Jenis til svars fyri pornokanalina.
-? Hetta við postkassanum er rættiliga óbehagiligt ? serliga tí tað kemur sum ein liður í fleiri hóttanum.
Jenis sigur, at fyrsti skelkurin kom eftir at hava lisið eina grein í Fregnum. Greinin snúði seg millum annað um samrøðuna, sum Miðflokkurin hevði við Boga Davidsen. Har stóð skrivað, at viðkomandi hevði helst kvalt Jenis við mikrofonleidninginum, um hann var journalistur.
? Tá eg las hatta, reageraði eg. Eg hugsaði, at um onkur ungdómur las hatta, og tók tað í álvara, og hvat so fór at henda. Síðani tá hevur tað so verið, at eg havi fingið fleiri og fleiri hóttanir, greiðir Jenis frá.
? Eg haldi, at hatta líkist ongum. Hatta er so óføroyskt, sum tað kann verða. Eg trúgvi ikki, at hetta er vanligt í Føroyum. Um onkur ikki skilir demokrati í Føroyum, so kann tað ikki verða rætt, at viðkomandi skal hótta politikarar fyri at fáa teir at tiga.
Ætlanin var annars, at Jenis skuldi niður til Danmarkar mánamorgunin til eitt eftirútbúgvingarskeið í sambandi við læknastarv sítt, men hetta helt hann ikki lata seg gera.
? Av hesi seinastu hendingini haldi eg ikki, at eg kann fara avstað. Men í handan postkassan kemur so ikki meira postur, sigur Jenis av Rana at enda.