– So er Jenis av Rana aftur upp á spæl við sínum taktisku markeringum um sendistovu í Jerusalem. At seta samgonguna í vanda og ikki minst trygdina hjá føringum og gera okkum til møguligt terrormál, umframt skapa trupulleikar við danir er als ikki neyðugt.
Tað sigur Johan Dahl, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin og samgongufelagi hjá Jenisi av Rana.
Hann er als ikki samdur við tí, sum Jenis av Rana boðar frá í samrøðu við danska blaðið Politiken í dag – um at Føroyar fara at viðurkenna Jerusalem sum høvuðstað í Ísrael og at Føroya fara at seta á stovn sendistovu í Jerusalem longu komandi ár.
– Vit eru vald at føra politikk í Løgtinginum og landsstýrinum, meðan tann religiøsa partin eiga kirkjur og samkomur at taka sær av, ikki landsstýrismaðurin í uttanrikis- og mentamálum í sínum landsstýrismannayrki – annað enn, at tað er hansara ábyrgdarøki sum landsstýrismaður, skrivar Johan Dahl á Facebook síðu síni.
Løgtingsmaður Sambandsfloksins leggur afturat, at tað als ikki er neyðugt við sendistovu í Ísrael við handilsviðurskiftum í huga, tí samhandilin við Ísrael er so lítil.