Jenis verður formaður í tvey ár

– Síðani tekur Henrik Old yvir

Hósdag var fyrsti fundur í nýggju føroysku Útnorðurráðsnevndini. Í ráðnum eru limir úr øllum flokkum á Løgtingi og tey, sum manna føroyska ráðið, eru:

 

Henrik Old, umboð Javnaðarfloksins

 

Eyðdis Hartmann Niclasen, umboð Sambandsfloksins

 

Erling Eidesgaard, umboð Tjóðveldis

 

Bárður á Lakjuni, umboð Fólkafloksins

 

Karlot Hergeirsson, umboð Framsóknar

 

Jenis av Rana, umboð Miðfloksins

 

Á fundinum skipaði ráðið seg við Jenisi av Rana úr Miðflokkinum sum formanni og Henriki Old úr Javnaðarflokkinum sum næstformanni. Avtala er gjørd ímillum samgongu og andstøðu, at Jenis av Rana er formaður tey fyrstu tvey árini av valskeiðinum og Henrik Old verður so formaður tey seinnu tvey árini.

 

Sama dag var eisini fundur í formansskapi Útnorðurráðsins. Talan var um netfund, og teir tríggir formenninir fyri íslendsku, grønlendsku og føroysku sendinevndina vóru við á fundinum, saman við aðalskrivaranum og teimum trimum landsnevndarskrivarunum.

 

Høvuðsevnið á hesum fundinum var Evnisráðstevna Útnorðurráðsins, sum verður í Føroyum í døgunum 6.- 10. februar. Ráðstevnan verður á Hotel Hafnia og høvuðsevnið er matvøruveitingartrygd og sjálvbjargni í Útnorði, sigur Løgtingi í Tíðindaskrivi