Jens Berthel: Vert at umhugsa ein annan ligastruktur

(FM1) Hoyr høvuðsvenjarin hjá HB seta orð á risasigurin á AB, um Betrideildin kanska hevur ov nógv lið, og evropeisku uppgávuna í Norðurírlandi í komandi viku

##med2##

Høvuðsvenjarin hjá HB, Jens Berthel Askou hevur nógv at fegnast um. Hansara menn liggja framvegis greitt á odda við 46 stigum, fimm stig meira enn KÍ. Og í kvøld fekk Jens Berthel Askou sín størsta sigur higartil í føroysku kappingini.

HB – AB 11-0 (5-0)

1-0: Mikkel Dahl (5.)

2-0: Mathias Nygaard (12.)

3-0: Bartal Wardum (24.)

4-0: Mikkel Dahl (35.)

5-0: sjálvmál (45.)

6-0: Mikkel Dahl (48.)

7-0: Dan í Soylu (51,)

8-0: Dan í Soylu (66.)

9-0: Adrian Justinussen (84.)

10-0: Adrian Justinussen (87.)

11-0: Dan í Soylu (89.)

##ms##

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra samrøðuna reportarin hjá FM1, Tróndur Arge gjørdi við Jens Berthel Askou aftaná størsta HB-sigurin í bestu fótbóltsdeildini í 49 ár. 

Tróndur og Jens Berthel Askou umrøddu trý ting:

1) Risastóra 11-0 sigurin á AB, ið er størsti sigur Jens Berthel hevur upplivað í vaksnamannafótbólti sum venjari.

2) Jens Berthel bar uppá mál um føroyskur fótbóltur ikki eigur at umhugsa ein nýggjan ligastruktur. Hann kemur ikki við einum endaligum boði, men heldur, at kjakið eigur at takast um hetta í føroyskum fótbólti. 

3) Fyrireikingarnar til til undanundankappingardystin hjá HB í Europa League móti norðurírsku Glentoran. 

HER  ber til at hoyra samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við liðskiparan hjá AB, Sørin Nygaard Samuelsen.

HER  ber til at hoyra Trónd Arge siga frá teimum 11 málunum hjá HB.

 

 

(Samrøða: Jens Berthel Askou)