Jens er sonur Ingeborg, f. Danielsen, ættað úr Havn, og Petur Jul Jacobsen úr Saltnesi. Hann er føddur 10. august 1936 á Sydradali á Kallsoynni og er uppvaksin har. Hann er næstelstur av átta systkjum.
Sum ungur fór hann til skips. Tann 26. apríl 1959 byrjaði hann sum arbeiðsmaður á Klaksvíkar Sjúkrahúsi, í sambandi við at sjúkrahúsið skuldi umbyggjast. Seinni sama ár byrjaði hann sum portørur.
1. oktober 1982 fekk hann starvið sum yvirportørur og fríggjadagin 15. august hevði Jens sín seinasta arbeidsdag eftir at hava starvast á Klaksvíkar Sjúkrahúsi í 44 ár.
Tvey tíðarskeið hevur hann tó verið burturfrá hesum arbeiði. Í 1978 arbeiddi hann í hálvt ár sum portørur á sjúkrahúsinum í Herlev og seinni aftur, í 1995-1996, arbeiddi hann aftur á sjúkrahúsinum í Herlev sum portørur.
Jens eigur fýra børn. Edward, 38 ár, Winnie 32 ár, Súsanna 24 ár og Olevina 21 ár. Hann er giftur við Marjun Vitalis Jacobsen, sjúkrasystir úr Klaksvík.