##med2##
Málmanslegendan, Jens Martin Knudsen er ikki í iva. Guðjón Þórðarson, ið vandi NSÍ farna kappingarár er rætti maðurin at taka við starvinum sum føroyskur landsliðsvenjari.
- FSF fær ikki ein slíkan møguleika aftur at seta ein mann í starvið, ið hevur tær royndirnar sum venjari, ið Guðjón Þórðarson hevur, sigur Jens Martin Knudsen í samrøðu við FM1 aftaná seinasta EM-undankappingardystin hjá Lars Olsen og Føroyum í hesari undankappingini.
- Vit høvdu einaferð Guðjón Þórðarson í stoypiskeiðini, men tá vóru vit so arrogantir, at lótu hann fara til næstbestu deildina í Onglandi, sigur Jens Martin Knudsen.
Jens Martin Knudsen trýr ikki nakar hevur tað rutinina og tann pondus sum Guðjón Þórðarson hevur sum venjari.
Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra samrøðuna FM1 gjørdi við Jens Martin Knudsen beint aftaná dysturin á Friends Arena var liðugur.
Í samrøðuni tekur Jens Martin Knudsen eisini samanum eitt leikliga og hugburðsliga gott avrik á Friends Arena í Stokkhólmi, um enn úrslitið sá heldur ljótt út.
Jens Martin Knudsen tók eisini samanum EM-undankappingina í síni heild, har verjuspælið hevur verið undir miðal í mun til tær undanfarnu undankappingarnar í hesum áratíggjinum.