Jens Pauli í Dali
Leynar
Allir undirsjóvarntunlar eiga at verða lagdir í eitt felag, soleiðis at tað verður fíggjarliga lættari at binda flestu av oyggjum okkara saman í eitt samferðslukervi. Landsstýrið og Løgting eiga ikki bara at hugsa um miðstaðarøkið, men í størri mun um tær oyggjar, ið einki fast samband hava við meginøkið. Eftir tí ein hevur fingið at vita í fjølmiðlunum, er ódýrasta loysnin at tað verður eitt alment felag, ið hevur ábyrgdina av tunnilsgerðini.
Fyrst eigur at verða farið undir Eysturoyartunnilin og síðani Sandoyartunnilin.
Fyri nøkrum døgum síðani sigur løgtingsmaðurin Jákup Mikkelsen í lesarabrævi, at bara lánið í teimum báðum gjørdu tunlunum kunnu roknast upp í kostnaðin av teimum; men hetta uppáhald er heilt burturvið. Tað eru ikki noringar og vágafólk einsamøll, ið gjalda tunlarnar, men eisini øll onnur, ið nýta teir og gjalda skatt í Føroyum.
Eftir tí ein hevur frætt í fjølmiðlunum verður renta av ætlaðu lántøkuni 9,8 prosent, tað er ov dýrt, nú renturnar eru so lágar.
Landsstýrið og løgting kunnu ikki loyva sær at góðtaka ein sáttmála, sum almenningurin onki fær at vita um, og ivaleyst ikki tolir dagsins ljós. hendan skulu tingfólk góðtaka, uttan reiðiliga at vita, hvat stendur í sáttmálanum, (atkvøða við bindi fyri eygunum og uttan at vita hvat tey góðtaka).