info
Ongi úrslit

Jens Pauli verður tøkur aftur hjá Team Klaksvík eftir ársskiftið

Krossbondini hjá Jens Paula Poulsen eru ikki slitin, men hann hevur fingið ein skaða í meniskin, ið krevur skurðviðgerð

Heri Simonsen
26. september 2023 kl. 18:35

Skaðin Jens Pauli Poulsen hjá Team Klaksvík fekk í tí fyrra Europa Cup dystinum móti Sloboda Tuzla niðri í Bosnia Hersogovina er ikki so álvarsamur sum fyrst hildið.

Við in.fo sigur Jens Pauli Poulsen: - Krossbondini hjá mær eru IKKI slitin. Hetta var staðfest eftir eina MR skanning her heima í Føroyum. Eg havi tó fingið skaða í meniskin og og tí skal eg undir skurð. Hetta merkir at eg sleppi at spæla hondbólt aftur í hesum árinum. Eg skal undir skurð í viku 44 og átta vikur eftir tað skuldi eg verið nóg byrgur at spæla aftur. Sigur Jens Pauli Poulsen, ið av tveimum óndum heldur seg hava fingið tann frægari lutin, at krossbondini ikki eru slitin. Tá hevði tað mesta av einum ári gingið áðrenn hann var tøkur aftur. 

Vika 44 er mánaðarskiftið oktober/november. Fyrsti dysturin hjá Team Klaksvík í Burn mansdeildini eftir ársskiftið er 24 januar, tá teir spæla móti VÍF í høllini í Vestmanna. Gongst sum ætlað verður Jens Pauli Poulsen tøkur tá. 

 

 

Mest lisið hesa vikuna

Løgmaður hevur sett Bárð á Steig Nielsen upp á pláss

3. oktober kl. 19:18

29 ára gamal skuldsettur fyri tvey dráp og drápsroynd

5. oktober kl. 23:35

Hví letur politiið lógarbrot um seg ganga?

4. oktober kl. 23:14

Maður breyt knæið eftir bardaga

4. oktober kl. 20:25

Ellefsen og Oskarsson: Rætt ella rættvíst?

6. oktober kl. 14:56

Sjúrður yrkir á Fólkatingi

Í gjár kl. 08:56

Fleiri tíðindi

Tíðindi

21 atkvøddu fyri – nú nærk­ast yvir­tøk­an av rús­evn­is­mál­i­num

1 tími síðan
Tíðindi

Simme Musikkhús heldur fram

1 tími síðan
Tíðindi

Skrásetingar­gjaldið á bil­um gav 82,5 pros­ent meira í lands­kassan

2 tímar síðan
Tíðindi

20 ár síðani vanlukkuna við Atlantsflog í Stord

3 tímar síðan
Tíðindi

Maður hand­tik­in fyri ófanta­ligan at­burð í nátt

3 tímar síðan
Fótbóltur

Oddsini millum 07 Vestur og EB/Streym eru púra jøvn

4 tímar síðan
Tíðindi

Tað almenna fekk 414 milli­ón­ir meira í skatti

4 tímar síðan
Hondbóltur

HF Karlskrona tapti á útivølli

6 tímar síðan
Hondbóltur

KA/Þór var fyri fimta tapinum á rað

12 tímar síðan
Hondbóltur

Silja var toppskjútti hjá Ajax við átta málum

13 tímar síðan
Fótbóltur

Västerås tapti á Gamla Ullevi leikvøllinum

13 tímar síðan
Hondbóltur

Maria og liðfelagarnir mistu í oddastríðnum

14 tímar síðan