Labour flokkurin í Stórabretlandi hevur tikið avgerð um at fyribils at koyra Jeremy Corbyn úr flokkinum, eftir at Corbyn fanst at einari kanning um antisemitismu í flokkinum.
Jeremy Corbyn, sum sat sum formaður fyri Labour flokkin frá 2015 til 4. apríl í ár, var oftani fyri hørðum atfinningum í sambandi við ákærur um antisemitismu í flokkinum, og Corbyn var fleiri ferðir sjálvur lagdur undir at vera antisemit.
Eftir at Corbyn var farin frá sum formaður, gjørdi mannarættindastovnurin Equality and Human Rights Commission (EHRC) eina frágreiðing um antisemitismu í Labour flokkinum, og í niðurstøðuni hjá EHRC varð gjørt greitt, at Labour flokkurin hevði framt trý brot á bretsku javnstøðulógina, sum eisini umfatar rasismulóggávu.
Sambært niðurstøðuni hjá EHRC hevði flokkurin framt politiskt uppíbland av klagum um antisemitismu, og flokkurin hevði ikki givið nóg góða upplæring til teirra, ið høvdu til uppgávu at taka ímóti klagum um antisemitismu. Harumframt var í flokkin framd plága - tað, sum á enskum verður kallað harassment - á tey, sum høvdu borið fram klagur um antisemitismu, sum millum annað innbar antisemitiskt myndamál.
Jeremy Corbyn var ósamdur við niðurstøðuna hjá EHRC, og hann vildi vera við, at niðurstøðan gjørdi alt ov nógv av klagum um antisemitismu.
Viðmerkingarnar hjá Corbyn fullu Labour leiðsluni fyri bróstið, og tá Corbyn ikki vildi taka viðmerkingarnar aftur, tók Labour flokkurin avgerð at koyra Corbyn úr flokkinum, meðan viðmerkingar hansrara verða kannaðar.
Keir Starmer, sum tók yvir formanssessin í Labour flokkinum eftir Jeremy Corbyn, hevur sagt, at hann tekur fult undir við avgerðini at fyribils koyra Corbyn úr flokkinum.