Fyri stuttum boðaði Jesper Jensen frá, at hann gevst sum venjari hjá danska kvinnulandsliðnum í hondbólti. Jesper Jensen førdi Danmark til fleiri endaspælsheiðursmerki.
Nú er staðfest, at Jesper Jensen skal vera høvuðsvenjari hjá ungarska stórliðnum, Ferencváros.
Á heimasíðuni hjá Ferencváros sigur Jesper Jensen, at hann sum venjari hjá donskum stórliðum ofta hevur møtt Ferencváros í evropeiskum kappingum, og hann hevur verið hugtikin av róminum og umstøðunum í høllini hjá Ferencváros. Hann veit, at forvæntningstrýstið er stórt, men hann gleðir til stóru avbjóðingina.