Jóannes Hansen
Tað eru nógv jørn í eldinum innan gospel í Føroyum. Fyri stuttum var stór og væl eydnað konsert í ítróttarhøllini á Eiði. Á hvítusunnu er gospel festivalur í Ment-anarhúsinum í Fuglafirði, og í tiltøkum kring landið um hvítusunnuna verður nógv spælt og sungið. Og so eru tað vitjanirnar uttan úr heimi, sum standa fyri framman.
Seks føroysk kór fyrireikað seg nú til serliga vitjan uttanífrá. Tað er altjóða kendi ameriku-maðurin Jessy Dixon, sum er á veg til Føroya at halda konsert. Ætlanin er, at hann skal syngja á konsert, sum verður í ítróttarhøllini í Runavík týskvøldið 21. juni ella longsta dag. Talan verður sostatt um hásummar konsert, um tað ber til at siga tað soleiðis. Hetta verður júst um tað mundið, tá ið studentarnir í miðnámsskúlunum fara at seta dám á við eyðkendu húgv-unum. Ivaleyst vera nógvar húgvur í ítróttarhøllini í Runavík hetta týskvøldið. Jessy Dixon verður sagdur at hava rættuliga breiðan lurtaraskarða.
Jessy Dixon var í Føroyum fyri fýra árum síðani. 24. februar í 2001 hevði hann konsert í Norður-landahúsinum. Har var fullsett, fleiri vóru á bíðilista fyri at sleppa inn, og kon-sertin varð søgd at vera sera væl eydnað. Ta ferðina vóru tað mest løg hjá Jessy Dixon sjálvum, sum vóru á skránni.
Hesa ferð er ætlanin, at skráin skal verða øðrvísi. Ætlanin er, at Jessy Dixon skal syngja løg, sum serliga verða knýtt at Gaither tiltøkunum. Jessy Dixon hev-ur luttikið í fleiri av tiltøk-unum, sum nógvir føroyingar kenna frá væl um-tóktu Bill Gaither & Homecoming Friends fløgunum.
Jessy Dixon varð fyrstu ferð boðin at vera við í sovornum tiltaki í 1995, og síðani tá hevur hann fleiri ferðir verið saman við Bill Gaither og hinum. Tað hevði við sær, at fyrsta fløgan hjá Jessy Dixon á Spring House Record Company sá dagsins ljós.
Jessy Dixon hevur havt og hevur konsertir kring allan knøttin. Ferðin í Før-oyum er partur av ferð kring Europa. Flestu konsertirnar hjá honum eru í USA, men hann hevur eisini sungið í eitt nú Japan, India, Afrika, New Zealandi og í Ísrael. Tað verður sagt, at eingin annar gospel sangari hevur havt fleiri konsertir í Europa, enn Jessy Dixon hevur havt.
At fløgurnar hjá Jessy Dixon hava verið væl umtóktar verður eitt nú undir-strikað av, at hann hevur vunnið trý gull album, og at hann sjey ferðir hevur verið nomineraður til grammy virðislønir.
Stigtakari til vitjanina er Símun J. Hansen. Hann verður stuðlaður av trimum toftafólkum, sum hava verið og eru nógv uppi í sangi og tónleiki. Tey eru Annita og Oddmar Tausen og Jóan Magnus Olsen.
Teir umleið 170 føroysku kórsangararnir, sum skulu stuðla og syngja saman við Jessy Dixon longsta dag, fáa nú hvør sína fløgu. Á fløguni eru sjey sangir, sum kórini skulu syngja saman við Jessy. Mannagongdin er tann, at nú lurta og læra sangararnir heima og so venja teir í kórunum, sum teir eru partur av. Tey seks kórini, sum skulu syngja hetta kvøldið, eru Betesdakórið, Siloakórið, VOX, Ebenezerkórið, United Voices og Suðuroyar Gospel Choir. Fyri fýra árum síðani var felagskórið mannað við sangarum úr Siloakórinum, VOX og United Voices.
Týsdagin 21. juni, tá ið konsertin skal vera klokkan átta á kvøldi, er ætlanin, at Jessy Dixon og føroysku sangararnir skulu fyrireika seg í felag. Ætlanin er, at Jessy Dixon skal venja og samansjóðað kórið í einar fýra tímar, áðrenn tey síðsta tíman undan sjálvari konsertini skulu taka sær av løttum.
Ætlanin er, at Jessy Dix-on skal hava tríggjar tónleikarar við sær til Føroya. Ein trompet spælara, ein keyboard spælara og so klaverspælaran. Tey, sum vóru á konsert fyri fýra árum síðani, munnu komast við Else Harris. Hon fylti nógv í Norðurlandahúsin-um, og hon fer aftur hesa ferð at sita handan flygli, sum verður í ítróttarhøllini í Runavík. Umframt fremmandu tónleikararnar er ætlanin, at orkestrið, sum skal spæla undir og saman við Jessy Dixon og kórinum, skal hava føroyska manning. Føroyingarnir skulu spæla á trummur, bass og guitar.
Farið verður skjótt undir atgongumerkjasøluna til Jessy Dixon konsertina, siga fyrireikararnir, sum skjótt fara at boða meiri nágreiniliga frá hesum.