I. Niðursetandi umrøða
------------------------
Jesuspápi
Tá ið vit børn vóru úti og spældu, og tað vildi so til, at vit reikaðu langt burtur av alfaravegi, kanska út um bøgarðarnar, ella niðan móti vøtnunum, og so skýmingin legðist, tá kundi onkur angist, vit ikki altíð fataðu, brádliga seta at hjartanum. “Tá skalt tú biðja Jesuspápa vera hjá tær,” hevði mamma sagt. Og tað gjørdi eg, og tað hjálpti. Men tann allarfyrsta hugmyndin var komin nógv fyrr, við einum sangi, sum mamma sang, tá vit fóru til songar:
Góða mamma, eg vil sova,
eygu míni møðast brátt,
Jesus pápi hevur lovað
meg at verja væl í nátt.
Tíðir broytast. Í dag er hetta navnið – Jesus – at hoyra og síggja, hvar tú gongur, og hvar tú ert staddur, í útvarpi, sjónvarpi, á plakatum, á skeltum, í bussum, á jakkauppsløgum, í bilum. Og tú spyrt teg sjálvan, hvat endamálið er við hesum áhaldandi streyminum av orðum, sum ongan neyvan tanka innihalda, sum eingi krøv seta, og sum einki tykjast at hava við religión ella moral, í orðsins sanna og djúpa týdningi, at gera.
Er endamálið kanska at krógva tann sanna og veruliga boðskapin, at gera eina lívssjón - sum er virðismikil og álvarsom - bíliga, kravlítla og ómakaleysa? Yrkjarin Hans Andrias Djurhuus setti henda spurning fram, í eini grein í Tingakrossi í januar 1913, og kom til júst hetta úrslit. Tá ið hann so skuldi siga sína egnu hugsan um, hvat sannur kristindómur er, tók hann m.a. fram hesi orðini:
Vilt tú vera fullkomin, tá far og sel alla ogn tína og gev teimum fátæku, og tú skalt eiga dýran grip í himli.
Hini minstu
Greinin hjá Hans Andriasi rann mær í huga, nú eitt rættiliga sakleyst lógaruppskot førdi til ikki sørt av øsing bæði í bløðunum og á okkara háttvirda tingi. Talan var ikki á nakran hátt um at skerja talufrælsið, hvørki hjá leikum ella lærdum, men um – sum seg sømir einum og hvørjum demokratiskum samfelag – at verja minnilutar móti óndsinnaðari jagstran.
Kanska kundi eg, áðrenn eg fari víðari, loyvt mær stutt at vent aftur til barnaárini. Tá ið mamma tosaði um Jesuspápa, tók hon ofta serliga fram eitt hugtak, sum hon rópti “hini minstu”. Og eg tori næstan at siga, at hetta hugtakið var tað, sum vigaði mest í hennara kristnifatan. Og tað var týðiligt, at hini minstu vóru ikki bara børnini, men - the underdog - øll, sum av onkrari grund vóru í eini sperdari støðu, við undirlutan ella í neyð, ung, gomul, kvinnur, menn, tað bangna barnið, tann særdi hermaðurin, tann píndi fangin, kríatúr, fuglur og fiskur.
Og tað var greitt, at Jesuspápi var umboð fyri hesi minstu, og at tann gerð, góð ella ring, sum bleiv gjørd ímóti teimum, varð samstundis gjørd ímóti Jesuspápa.
Her komu so tveir harrar, sum at kalla støðugt bera Jesuspápa í sínum skildri. Og tað, sum hjá teimum var um at gera, var, at teir vildu hava rætt at brúka tempul og bønhús og tann halga talararapallin til at tosa “niðursetandi” um sín næsta. Ein merkilig trongd, at vilja spenna tað heilaga fyri sín egna illvilja móti sínum granna og næsta, og at brúka prædikustól og bønhús – ikki til religiøs endamál – men til at forpesta tilveruna hjá øðrum menniskjum, sum eru góðir borgarar, halda lógina og gera sína skyldu.
Jim Kerr
Lat meg straks viðganga, at eg føldi meg ikki sørt raktan av hesum merkiligu útsøgnum frá okkara gudsmonnum, ikki tí at eg sjálvur eri samkyndur, men tí at eg havi vinir, sum eru tað. Og ein av mínum heilt góðu vinum var skotin Jim Kerr, sum eina aprílnátt fyri tveimum árum síðani bleiv álopin í býnum Perth av trimum monnum, sum ivaleyst hildu upp á tann heilaga rættin at hava “niðursetandi” hugsan um sín næsta.
Ein teirra setti fót fyri Jim, so hann datt, og hinir báðir sparkaðu hann, annar teirra so leingi og so dyggiliga, at tá teir fóru, lá hann á vegnum sum ein bløðandi klútur. Hann doyði nakrar tímar seinni. Um Jim var samkyndur, veit eg ikki, men eingin ivi er um, at tað var homofobi – niðursetandi hugsan um tey homoseksuellu - sum dreiv hesar harrar.
Nú kann verða spurt: Hvat hevur hetta við málið at gera? Svarið er einfalt, greitt og eintýtt. Frá søguni vita vit, at ónd orð elva til ónda gerð. Í norrønum máli hava vit enntá eitt orð fyri hesum – “ráðbanin” er hann, sum, við at birta upp undir, fær aðrar at fremja ta ringu gerðina, í versta føri morð.
Líkasum ágangur móti jødum í tvey túsund ár m.a. er ein frukt av óteljandi prædikum í óteljandi katólskum og lutherskum bønhúsum, er ágangur móti samkyndum, og sostatt eisini morðið á Jim Kerr, m.a. ein frukt av “niðursetandi” umrøðu, í bløðum, bókum, á vegamótum, undir neystum og av prædikustólum og talarapallum í samkomum.
Orsøk og fylgja
Tað er mær púra greitt, at ikki øll, sum av eitt nú samkomupallum umrøða sín næsta “niðursetandi”, ætla honum ta lagnu, sum mín vinur Jim Kerr fekk. Hetta er tó líka mikið. Sambandið millum orsøk og fylgju verður standandi, og eisini tann, sum heldur sína niðursetandi umrøðu vera part av onkrari halgari hugsjón, má taka ábyrgd.
Men tann avgerandi spurningurin er sjálvsagt, á hvønn hátt Jesuspápi kemur inn í myndina. Og aftur er svarið greitt og eintýtt. Ein veikur, klantrasligur maður, sum liggur og bløðir burtur á vegnum, sparkaður í lepar, uttan tað stað, sum hann “kann halla høvur sítt” at – er hann ikki ein av Harrans minstu – og teir, sum fremja ágang ímóti honum, annaðhvørt sum gerningsmenn ella sum ráðbanar, fremja teir ikki í roynd og veru ágang móti Kristusi sjálvum?
Tað kenst merkiligt, at ein syndari sum undirritaði skal noyðast at bera fram eina so sjálvsagda útsøgn sum hesa – í einum landi, har ein næstan ikki fær gingið fyri “sakkønum”. Men kanska er tað ein áminning um, at hesin floymurin av gudiligum orðagosi í stóran mun (um ikki altíð) – umframt, sum nú tykist meira og meira týðiligt, at ota, so isi, eina heila tjóð niður í eitt díki av ómentan, smakkloysi og óupplýsing – hevur til endamáls at krógva og køva tað høga og vakra, men eisini kravsama og stranga, í allari sannari religión.
Orde Charles Wingate
Meðan eg skrivi hesi orð, rennur mær í huga ein grein, sum stóð í Sosialinum fyri einum mána síðani (tann 26. mars) við yvirskriftini “Frælsishetja Ísraels sum broytti lagnu jødanna”. Greinskrivarin var Richard Schwartson. Her verður fortalt um bretan Orde Charles Wingate, sum var við til at umbroyta tann jødiska herin Hagana til álopsher:
Hann lærdi teir (t.e. jødarnar) sum nakað nýtt, at skalt tú vinna í bardaga, so skalt tú ikki sita og bíða til fíggindin leypir á, men tú skalt leypa á fíggindan í hansara egna umhvørvi, har hann minst av øllum væntar tað.
Ivaleyst er henda greinin eftirfarandi, men hon tykist at vera eitt sindur ófullfíggjað. Í bók síni The Ethnic Cleansing of Palestine greiðir tann ísraelski søgufrøðingurin Ilan Pappe, sum undirvísir í politiskum vísindum á Haifa lærda háskúla, frá, at álopskrígsførslan hjá Wingate hevði við sær, at vegurin til at umhugsa “ta tvingaðu burturflytingina av øllum innlendskum (palestinskum) íbúgvum” gjørdist sera stuttur.
Wingate lærdi við øðrum orðum, sambært Pappe, ísraelar at fremja etniska útreinsing í Palestina við m.a. at intimidera (t.e. ræða) verjuleys bygdafólk og loypa á og myrða kvinnur og børn.
Rættir menn
Greinskrivarin hevur fullan rætt at vera hugtikin av Ísrael, men eftir mínum tykki tykist tað, nú ræðuleikarnir í Gaza enn eru feskir, bæði rátt og – satt at siga – ókristiligt at draga nettupp Wingate fram, uttan at nevna, at fyrimunir og vansar vóru við hansara ávirkan, og uttan at øna so mikið sum eitt orð um, hvørjar fylgjur hansara læra hevði fyri vanlig fólk – summi teirra kristin - í Palestina, teirra lív, lagnu og ognir.
Hetta brotið – um álopið á bygdina Dar Yassin í 1948 – kann varpa ljós á fruktirnar av virkinum hjá hesum djarva og raska breta:
Teir tóku okkum út ein fyri og annan eftir; skutu ein gamlan mann, og tá ið ein dóttir hansara fór at gráta, bleiv eisini hon skotin. So róptu teir á beiggja mín Muhammed og skutu hann beint framman fyri okkum, og tá mamma mín stórgrátandi boygdi seg niður yvir hann – haldandi um mína lítlusystur Hudra, sum enn fekk bróst frá henni – skutu teir hana við. (Pappe s 90).
Var hann ikki óførur, Orde Charles Wingate, og vóru teir ikki djarvir og mansligir, hansara nærlagdu næmingar?
Lidice og My Lai
Men latið okkum venda aftur til upprunahugmyndina í hesi grein. Tann áhugaverdi spurningurin er tá hesin: Hvørjum var Jesuspápi í parti við, tá henda hending fór fram, Wingates djørvu hetjum ella hesi verjuleysu familjuni, sum bleiv myrd við køldum blóði ein fagran dag í 1948?
Vit kunnu eisini forma spurningin um: Hvørji vóru her “hini minstu”? Halda vit fram at spyrja, kemur svarið av sær sjálvum. Hvørji vóru “hini minstu” í tí kekkoslovakisku bygdini Lidice í 1942, í jødiskum og pólskum bygdum frá 1939, í My Lai í Vietnam í 1968, í Rwanda og Bosnia í nítiárunum í farnu øld, í Guatemala undir pax americana? Og í Gaza nú fyri stuttum?
Tá ið orðaskifti tekur seg upp, eitt nú um hetta seinasta evnið, verður vanliga sagt ella skrivað, at Ísrael er eitt demokratiskt land, at tað hevur rætt til at verja seg osfr. Eg havi tikið undir við Ísrael frá 1962, tá ið eg á fyrsta sinni, tjúgu ára gamal, ognaði mær vitan um Miðeystur, men eg haldi, júst av hesi grund, ikki, at ein framferð, ið minnir um nazistanna - og sum fatar um morð, stuldur og etniska útreinsing - gagnar framtíðini hjá hesum ríki.
Hvør hóttir Ísrael?
Í hesum sambandi hevur serstakliga ein spurningur undrað meg. Í greinini “Ísraels undirgangur” (Sosialurin 12. desember 2008) greiddi eg frá eini amerikanskari rørslu, sum hevur heitið Kristnir Zionistar.
Víst varð á, við sitatum og á sakliga upplýsandi hátt, at nakrir av oddamonnunum fyri hesi rørslu arbeiða dag og nátt fyri, at Ísrael skal ganga til grundar í einum fossi av blóði, sum fær bæði Auschwitz og Buchenwald til at blikna. Tað ideologiska støðið undir hesi óhugnaligu ætlan er ein bíbliufatan, sum er – orðað mildliga – reingjandi, ósonn og óheiðurlig. Rørslan hevur sín uppruna í læruni hjá John Nelson Darby (1800-1882), manninum, sum var upphavið til samkomuna The Plymouth Brethren.
Og nú kemur tann spurningur, sum ikki slepst uttanum. Hvør hóttir Ísrael og tess íbúgvar? Hamas, jú, í ein vissan mun, hóast henda rørsla hevur góða grund til misnøgd, um enn ikki, og líka so lítið sum Tzipi Livni og aðrir ísraelskir politikarar, til at fremja yvirgang.
Men tær smágentur, sum lakka paradís í túnunum í Gaza ella spæla blunda og krógva í palestinskum bygdum á Vestara Áarbakka? Ella eru tað Pat Robertson, sum vil vera við, at “Gud drap Yitzhak Rabin” ella Hal Lindsey, sum vil hava Ísrael at ganga undir í einum fimm fóta høgum blóðhavi? Eru tað hesir óføra røsku kristnu zionistar, sum við beráddum huga vilja týna at kalla alt fólkið í Ísrael, menn, kvinnur og børn, og enntá – summir teirra - ikki unna tess íbúgvum pláss í himmiríki, eftir at landið er ausradiert?
Men nú kemur nakað, sum tykist undranarvert. Í okkara lítla landi eru rørslur og persónar, sum virka fyri samstarvi við Ísrael, og sum eisini, sum tað tykist, gera eitt virðismikið arbeiði, við m.a. at arbeiða ímóti antisemitismu og virka fyri góðum grannalagi og friði millum londini í Miðeystri.
Tað er vælkent, at summastaðni í Miðeystri er stór mótstøða ímóti Ísrael. Hevði tað ikki verið natúrligt, nú víst varð á - sakliga og sáttliga – at millum Ísraels argastu fíggindar teljast teir máttmiklu og ríku kristnu zionistarnir Jack Lindsey og Pat Robertson - sum búgva í USA, og sum hava bæði adressu, telefon og e-mail tilskrift - at onkur gjørdi vart við seg, úttalaði seg um tann nýggja vandan og kanska sendi eitt mótmæli vestur um hav?
Píning
Veri tað undirritaða loyvt – meðan eg framvegis haldi um tann tátt, hugmyndina um Kristus og tey minstu, sum henda grein byrjaði við – at taka upp eitt annað sera umvarðandi evni. Og latið okkum leggja fyri við einum sitati. Tann 27. januar 2007 segði tann fyrrverandi amerikanski forsetin, George W. Bush, í samrøðu við New York Times, hesi orð:
Píning kann ongantíð góðtakast, og vit lata ikki fólk upp í hendurnar á londum, sum fremja píning. (Mayer s 108)
Hvør er so veruleikin? Í dag, eitt hálvt ár eftir at Barack Obama varð valdur til forseta, er nógv nýtt tilfar komið á borðið um henda spurning, og nýggjar heimildir leggjast aftrat í heilum.
Men longu í 2002 kundu bæði fólk í tí amerikonsku umsitingini og dugnalig blaðfólk vátta, at George Bush segði ósatt, hóast hann visti betur. Longu fáar vikur eftir tann 11. september 2001 fóru amerikanarar at fremja píning móti fangum og at lata handtikin fólk, sum teir einki ringt vistu hava gjørt, og sum í mongum førum vóru ósek, upp í hendurnar á londum sum Egyptalandi og Sýria, sum eru kend fyri at fremja ræðuligastu píning.
framhald í næsta blað