Í morgun klokkan 9 legði sera snotiliga og stóra ferðamannaskipið, Jewel of the Seas, at í Norðhavnini í Ánunum.
Við umborð eru 2.000 ferðafólk, sum vitja runt í Klaksvík og Norðoyggjum eins og summi teirra eisini fara bussferðir í Eysturoynni og Streymoynni.
Jewel of the Seas liggur í Norðhavnini til klokkan 18 í kvøld. Hetta er onnur ferðin, at Jewel of the Seas er í Klaksvík.
Seks størri ferðamannaskip hava gjørt avtalu um at koma til Klaksvíkar í ár, og er bert Brilliance of the Seas, sum hevur pláss fyri 2.200 fólkum eftir at koma, sum leggur at í Norðhavnini 11. september Við honum er pláss fyri 2200 ferðafólkum umborð.
Myndir: Dávur Winther