Svartkjaftaætlanin hjá JFK í Klaksvík hevur fingið betri framtíðarútlit, eftir at broytingar eru gjørdar á fabrikkini umborð á risaskipinum Nærabergi.
- Fabrikkin hevur nú størri orku og kann framleiða eina betri vøru, sigur Hanus Hansen, stjóri í JFK Seafood, sum eigur og rekur Næraberg.
Tá Næraberg kom undir føroyskt flagg var ætlanin, at fabrikkin umborð á skipinum skuldi broytast, men fyrst skuldi ein varislig byrjan setast á ætlanina. Í heyst var Næraberg á norskari skipasmiðju, har fabrikkin varð umvæld.
Síðani hevur Næraberg verið ein túr eftir svartkjafti undir Føroyum, og hendan túrin stóð nýggja fabrikkin sína roynd.
- Túrurin vísti, at tær broytingar, sum vit hava gjørt, vóru skilagóðar, tí tað vóru munandi betringar í framleiðsluni umborð, sigur Hanus Hansen.
Hampuligt ár.
Hugskotið við Næraberg er fyrst og fremst at framleiða svartkjaft til matna. Í hesum liggur ein stór virðisøking, og svartkjafturin kann gerast ein meiri gevandi vinna hjá føroyingum.
- Tað er nógv til av svartkjafti í løtuni, so hetta er ein stórur møguleiki fyri føroysku fiskivinnuna. Og so leingi svartkjaftur er til, trúgva vit, at hetta ber til, sigur Hanus Hansen.
Næraberg hevur í farna ári framleitt 2200 tons av surimi og 1000 tons av mjøli, og hetta er reiðaríið hampuliga væl nøgt við. Tað skal tó takast við í myndina, at Næraberg ikki hevur verið til fiskiskap alt árið - millum annað orsaka av drúgvu umvælingini í Noregi í heyst.
Tað skal størri framleiðsla til, fyri at fáa æltanina at bera til, men stjórin í JFK Seafood hevur góðar vónir um, at komandi ár fer at roynast betri.
Kapping frá fóðri
Framleiðslan av surimi kann fáa kapping frá framleiðsluni av fóðri til alivinnuna, sum verður gjørt burtur úr mjølinum.
Men í løtuni er framleiðslan av surimi munandi meira gevandi, og tað er hesari framleiðslu, sum JFK Seafood fyrst og fremst leggur seg eftir.
- Vit vita sjálvandi einki um, hvussu tað fer at síggja út um tvey ella trý ár, men í løtuni er surimi tað sum loysir seg best hjá okkum at framleiða, sigur Hanus Hansen.
Næraberg kom til Klaksvík beint fyri jól. Tá hevði hann 400 tons av surimi og umleið 190 tons av mjøli, sum hann hevði framleitt á seinasta túrinum undir Føroyum. Túrurin vardi ein knappan mánað.
Gott 70 kvinnur og menn eru við Næraberg, sum fer aftur til fiskiskap leygardagin.