TB hevur í dag kunngjørt Jimmy Wilcox sum nýggjan spælara í felagnum. Hann hevur vant við AB í uppstartinum, men hann verður nú at síggja í 1. deild hjá TB.
- Eg eri 23 ára gamal og eri úr Connecticut í USA. Eg kundi ikki verið meira spentur enn eg eri, um at spæla við TB og eg kenni tað sum ein heiður, at vera partur av einum felagi, við so ríkari søgu. TB hevur eina ørgrynnu av lovandi, ungum leikarum, ið eg vóni at eg kann vera við til at hjálpa fram á leið, bæði á og uttan fyri vøllin. Eg havi ætlanir fyri framtíðina og at sleppa at byrja mítt ævintýr í Evropa her í Suðuroynni, eri eg sera stoltur av, sigur Jimmy Wilcox um sáttmálan við TB.
Nýggjur venjari í felagnum er Dan Jensen.
- Jimmy er ein ”klókur” leikari, ið spælir á sentrala miðvøllinum. Hann er grundleggjandi sera væl fyri tekniskt og hevur eitt sera gott taktiskt grundstøði. Jimmy kemur til at vera ein týdningarmikil partur av liðnum í 2022 og ein hollur stuðul í menningini av okkara lokalu leikarum, sigur Dan Jensen.