Joan Bláfoss hevur í kapping í Týsklandi sett nýtt føroyskt met í maraton og tað gjørdi hon við at taka heilar 19 minuttir av gamla metinum.
Joan Bláfoss íðkar fyri tað mesta triathlon, men um vikuskifti luttók hon í Frankfurt Marathon. Spenningur hevur verið um hesa kapping, tí roknað varð við, at Joan kundi seta nýtt met og sum fyrsta føroyska kvinna at koma undir 3 tímar í maraton renning.
Í gjár rann Joan Bláfoss so maraton kapping fyri fyrstu ferð, og hon fekk eina óføra góða tíð. Hon rann teinin í tíðini 2.50.09, sum er 19 minuttir skjótari enn metið, sum Rigmor N. Arge átti.
Joan var nummar 34 av teimum umleið 3000 kvinnunum í kappingini í Frankfurt, og hon er nummar 4 á danska styrkislistanum í 2011. Hetta úrslitið hjá Joan er eitt tað besta yvirhøvur innan frælsan ítrótt í Føroyum.