Joan Midjord Joensen 25 ár

2. juni fylti Joan Midjord Joensen úr Klaksvík 25 ár.

Joan kenna vit best frá hondbóltinum, har hon hevur verið ein av lyklaspælarunum hjá Stjørnuni tey seinastu árini. Og somuleiðis gjørdi hon rættiliga vart við seg, tá hon varð tikin út til kvinnulandsliðið í hondbólti, sum leikti ímóti Svøríki.
Men ikki bert er Joan nú fjórðingsøld gomul. Í juli mánaði í ár hevur hon lovað jugoslaviska stjørnuspælaranum, Alexander Djordjevic sítt stóra ja. Tað fer fram í Christianskirkjuni í Klaksvík, leygardagin 12. juli klokkan 15.
Joan er dóttir Eyðun og Mildrid Joensen í Klaksvík, og hon hevur tvey systkin. Til dagligt arbeiðir hon í ítróttarhandlinum Innkast, sum hon eigur saman við systur síni.

Myndatekstur:
Joan Midjord Joensen ( til vinstru) her avmyndað saman við einari av svensku landsliðsleikarunum, Åse Eriksson