Føroyski landsliðsframherjin hevur ikki longur sáttmála við norska tippuliga felagið. Hann hevur spælt við Viking Stavanger síðani tíðliga í 2012.
Fleiri føroysk feløg eru áhugaði í Jóan Símuni, men hann hevur fyrr sagt við in.fo, at hann ikki tekur nakra avgerð fyrr enn í januar, og at hann fyrst og fremst leitar eftir felagi uttanfyri Føroyar.
Millum feløgini, sum eru sett í samband við Jóan Símun eru HB, B68, Víkingur, KÍ og EB/Streymur. Tað er áhugi fyri føroyska framherjanum uttanfyri landoddarnar. Í Vikuskiftis-Sosialinum, sum kemur á gøturnar í morgin, verður meiri at lesa.
Jóan Símun flytur fyribils heim til Føroyar.