Jóan Símun gjørdist sigursharri

Talan var um comeback eftir skaðasteðg hjá føroyska landsliðsleikaranum, og hann gjørdi um seg.

Jóan Símun Edmundsson er sloppin av við skaðan hjá sær, og hann var við í byrjunaruppstillingini hjá Vejle, sum í kvøld fekk vitjan av Næstved. Føroyski landsliðsleikarin spældi sum hangandi áleypari.


Tað byrjaði væl hjá Jóan Símuni. Einans 12 minuttir vóru spældir, tá ið hann legði Vejle á odda 1-0. Næstved misnýtti brotsspark stutt áðrenn hálvleikssteðgin, og tað skuldi vísa seg, at einki mál kom afturat í dystinum.


Jóan Símun Edmundsson, sum varð útskiftur í 72. minutti, gjørdist tískil sigursharri.


Við 1-0-sigrinum hevur Vejle nú átta stig eftir fimm dystir. Teir eru fyribils við í oddastríðnum í næstbestu donsku deildini, men tað kann broytast um vikuskiftið, tá ið flest øll hini liðini spæla tann dystin, sum tey hava til góðar í mun til Vejle.