Jóan Símun og liðfelagarnir mistu í meistarastríðnum

Shkupi er trý stig aftanfyri Shkendija og Struga nú bert tveir dystir eru eftir at leika í norðurmakedonsku kappingini

Jóan Símun Edmundsson og liðfelagarnir í Shkupi mistu í dag trý týdningarmikil stig í royndina at vinna norðurmakedonska meistaraheitið.

 

Shkupi tapti í toppdysti á heimavølli 0-2 fyri Shkendija. Shkendija legði seg á odda 1-0 tá eitt stórt korter var farið av fyrra hálvleiki, og teir staðfestu sigurin tá ein tími var leiktur av dystinum.

 

Samstundis vann Struga 1-0 á Gostivar á heimavølli.

 

Hetta merkir, at nú bert tveir dystir eru eftir at leika í kappingini hava Shkendija og Struga 61 stig hvør, meðan Shkupi hevur 58 stig.

 

Sunnudagin 12. maj klokkan 16 tekur Shkupi móti Brera Strumica á heimavølli. Jóan Símun og liðfelagarnir mugu syrgja fyri at vinna tann dystin fyri at hava ein møguleika á seinasta leikdegi 19. maj. Komandi sunnudag tekur Shkendija móti Struga á heimavølli, so tey fáa so ikki bæði fult í komandi umfarinum. 

 

Á seinasta leikdegnum sunnudagin 19. maj spælir Shkupi á útivølli móti Struga.