Jóan Símun skuldi havt skift felag í summar

FM1: - Í einum fulkomnum heimi hevði eg nokk spælt onkra aðrastaðni, sigur Jóan Símun Edmundsson

Mynd: (FSF/Hans Erik Danielsen)

##med2##

Hoyr samrøðuna við Jóan Símun Edmundsson við at trýsta á pílin omanfyri

 

Føroyska manslandsliðið hevur í dag havt sína seinastu venjing undan sætta og seinasta Nations Leaguedystinum, sum verður móti Turkalandi. Jóan Símun Edmundsson sigur undan dystinum, at hann hevur tað gott, men skuldi nokk havt skift felag í summar.

 

- Status er, at eg fekk longu í summar fekk nøkur signal um, at bleiv eg verandi í Beveren, so slapp eg nokk ikki at spæla nógv. Eg havi arbeitt við at finna okkurt annað, men tað hevur ikki eydnast. Tá støðan er, sum hon nú eina ferð er, so havi eg roynt at fingið tað besta burturúr. Eg haldi tað er ein positivur tendensur, at eg fái meira og meira spælitíð, heldur enn minni spæltíð. Nú má eg taka tað herfrá, sigur Jóan Símun Edmundsson og leggur afturat:

 

- Í einum fulkomnum heimi hevði eg nokk spælt onkra aðrastaðni, men nú royni eg at fáa so nógv burutúr her sum eg kann. Tá tú ert farin um tey 30 árini og hevur havt nakrar skaðar, tá standa feløgini ikki í kø at fáa ein í felagið. Eg eri glaður fyri at verða har.

 

Jóan Símun Edmundsson og S.K Beveren spæla í næstbestu deildini í Belgia.

 

- Eg havi tað fínt og kroppurin hevur tað fínt. Eg havi fingið nakað av spælitíð í seinastuni og sum eg havi sagt fyrr, so royni eg bara at njóta hvørja løtu, sum eg fái á vøllinum. Tá eg kom til Beveren var málið at flyta upp. Tað er tað enn, sigur toftamaðurin, ið heldur fyri at føroyska liðið skal tora at halda upp á bóltin í annaðkvøld.

 

- Vit vita hvussu sterkir teir eru. Tað snýr seg um hjá okkum, at standa rætt og tora at halda upp á bóltin og eisini tora at brúka millumrúmini betri enn móti Litava. Tá tað er sagt, so var málið móti Litava at fáa eitt stig og yvirliva. Tað gjørdu vit, sigur landsliðsspælarin og heldur fram.

 

- Tekur tú dystin sum heild, so eru vit nærri at vinna dystin og tí riggar taktikkurin partvís sum hann skal. Sjálvur hevði eg ringt við at spæla, tí eg skifti frá grasi til graslíki og bólturin gekk skjótt á vøllinum. Tað gjørdi tað torført fyri meg, men nú hava vit ein nýggjan kjans. Vit hava ikki tapt í tríggjar dystir, so vit koma við nógvum sjálvsáliti til dystin, sigur Jóan Símun Edundsson.

 

Dysturin millum Føroyar og Turkaland verður á Tórsvølli í annaðkvøld klokkan 19.45. FM1 byrjar at senda frá klokkan 18.

 

Mynd: (FSF/Hans Erik Danielsen)