Jóan Símun spælir ikki James Bond

Manslandsliðið: Jóan Símun Edmundsson er í eini serstøðu til dystin móti Norðurmakedónia

Í morgin klokkan 14 verður Nations League landsdysturin millum Føroyar og Norðurmakedónia á Tórsvølli. Fyri Jóan Símun Edmundsson er talan um eina serliga uppgerð. Toftamaðurin spælir til dagligt við FK Shkupi í júst Norðurmakedónia.

 

Til tíðindafundin, tá landsliðið bleiv úttikið, varð Håkan Ericson, landsliðsvenjari, spurdur um hann hevði brúkt Jóan Símun Edmundsson sum agent, fyri at fáa vitan um mótstøðuliðið. Tað er bara, at spæla James Bond, tí í Norðurmakedónia kundu tey gjørt tað sama og spurt toftamannin um føroysku spælararnar. So er spurningurin um Jóan Símun Edmundsson spælir James Bond í løtuni.

 

- Nei tað vil eg ikki siga. Tað er avmarkað hvat eg kann siga og kanna. Tað er bara eina á norðurmakedónska landsliðnum, sum spælir í heimligu kappingini. Restin spælir á fínum adressum í Evropa, so tað er ikki nakað, ið eg kann fortelja um teir. Eg havi roynt at prika til teir eitt sindur, men tað er avmarkað hvat tað gevur, sigur Jóan Símun Edmundsson.

 

Sum heild er ikki tann heilt stóri áhugin fyri landsdystinum, millum spælararnar í FK Shkupi.

 

- Tað er eitt sindur serligt, men tað ikki, sum fyllir nógv. FK Skhupi er eitt fealg við altjóða dámi og nógvum útlendskum spælarum. Tað er onkur, sum hevur spurt um at fáa troyggjuna hjá onkrum spælari, men vit hava nokk við at hugsa um okkum sjálvar og kappingina, sigur toftamaðurin í Norðurmakedónia.

 

Jóan Símun Edmundsson sigur, at tað síggja javnan fólk í býarmyndini í Shkupi, sum ganga í norðurmakedónsku landsliðstroyggjuni. Toftamaðurin spælir í morgin sín dyst nummar 90 fyri føroyska landsliðið.