Jóan Símun Edmundsson hevur skift til FC Skopje í Norðurmakedónia. Tað boðar felagið frá á sosialu miðlunum.
Hann er fyrsti føroyski spælarin í norðurmakedónski fótbóltsdeildini. Toftamaðurin hevur spælt í Belgia seinastu tvey árini, men hevur seinastu tíðina verið í Íslandi við Ka Akureyri. Hann hevur verið uttan sáttmála í vetur.
FC Skopje er topplið í Norðurmakedónia.