Aftaná at hava verið uttanfyri tveir teir undanfarnu dystirnar vegna eina skaðafráveru var Jóan Símun Edmundsson aftur á vøllinum í dag.
Lið hansara, Shkupi tapti á heimavølli 0-1 fyri Gostivar í dysti í bestu norðurmakedonsku deildini.
Jóan Símun kom á vøllin í 74. minutti, stutt eftur, at Gostivar hevði lagt seg á odda 1-0.
Shkupi er nummar seks í deildini við 16 stigum. Rabotnicki er oddalið við 25 stigum. Shkupi er átta stig frá triðja plássinum, ið gevur rætt til at kappast í Conference League undankappingini komandi summar. Sileks hevur 24 stig á triðja plássinum.
Komandi leygardag klokkan 12 spælir Shkupi dyst á útivølli móti Vardar.