Tað skrivar Grønlendska blaðið Sermitsiaq. Jóannis Erik Køtlum gevst í starvinum síðst í august, skrivar blaðið.
Hann hevur verið stjóri í grønlendska heilsuverkinum í tveimum tíðarskeiðum. Fyrst frá 2012 til 2016 og síðani frá 2020 til 2021.
Aðalstjórin í heilsumálaráðnum í Grønlandi, Aka Olesen, sigur við blaðið, at hon takkar Jóanisi fyri stóra lut og virksemi hansara í heilsuverkinum og ynskir honum góða eydnu framyvir.
Jóanis Erik Køtlum varð settur í starvið í august í fjør, eftir at táverandi stjórin, Malene Marie Nielsen, varð søgd úr starvinum.