Donsku loftmiðlarnir vildu sjálvsagt eisini hava orðið á Jóannes Eidesgaard til stóru tíðindasendingarnar í gjárkvøldið.
Danmarks Radio hevði beinleiðis prát við Jóannes Eidesgaard av fundinum á Hotel Hafnia, og tá tað var liðugt mátti hann skunda sær niðan í sjónvarpið - ella rættari upp á takið á sjónvarpshúsinum, tí har skuldi sendast ein beinleiðis samrøða við hann til tíðindasendingina hjá TV2 - við Havnini sum bakgrund.
Tá hetta var liðugt, mátti Jóannes Eidesgaard við sjógv á bak niðan í útvarpið at luttaka í beinleiðis tíðindasendingini klokkan 18:30 - og um tað ikki var nóg mikið - so skuldi heimsumfatandi bretska útvarpsstøðin, BBC í London, hitta hann klokkan 19:00. Og seinni vóru eisini svenskir fjølmiðlar eftir honum.
Setti bankakanningin Føroyar í miðdepulin, so tykist serliga støðan hjá føroyska Javnaðarflokkinum mótvegis danska Javnaðarflokkinum eisini at seta Føroyar og Javnaðarflokkin í miðdepulin - eisini í heimspressuni.